Casper Hilt, djórarættindisaktivistur
Eitt sunt og nútímans samfelag skal kunna tola kritikk, og Føroyar eru eitt sunt og nútímans samfelag. Eg havi nú verið í Føroyum í longri enn einans eina ‘feriu’, og eg undraðist á, at eg ikki sá nakrar kýr, nú Føroyar eru sjálvbjargin við kúgvamjólki; tær einastu, eg sá í haganum, vóru nakrir fáir tarvkálvar.
Eg setti meg í samband við fleiri bøndur her, og eg fekk loyvi at filma fjós teirra , og tað eg sá, var einki minni enn andstyggiligt:
Djór, ið varnast, kenna og líða, leinkjað við einari 30 sentimetrum langari jarnketu alt lívið inni í myrku fjósunum.
Nýbornir tarvkálvar, har hornini eru brunnin av, smurdir inn í skræpu og settir í smáum búrum og í myrkum kjallararúmum.
Deyðar kýr og kálvar tveitt saman við burturkastinum.
Kýr, ið fáa ein elektriskan stoyt í ryggin fyri at tvinga tær til at traðka eitt fet aftur, tá tær skulu av við mykjuna, so lættari er at sópa undan teimum.
Skronglut og pínd djór, nýtt sum mjólka- og føðingarmaskinur, leinkjað eins og súkklur, ið ikki skulu stjalast.
Ja, tað er andstyggiligt.
Eg legði tilfarið út á mínar síður á sosialu miðlunum, og beinanvegin vórðu nógvir føroyingar, ið ynsktu at fáa fatur á mær. Tey vóru ill, skelkað og djúpt ólukkulig – ikki av tí at eg hevði lagt tilfarið út, men av tí at hetta gekk fyri seg í teirra landi! Nógv kravdu, at eg segði, hvar myndirnar vóru tiknar, tí tey vildu hava hesa skammfaringina at steðga. Ein viðferð, sum tey ikki hómaðu, var til.
Eg mátti svara teimum, at eg ikki kann ella vil leggja nakran út alment, sum sjálvboðin hevði víst føroyska standardin fram. Hinvegin vil eg gjarna vísa á, at størsta neytafjósið í Føroyum, leysahaldsfjósið í Havn, bart út noktaði at vísa nakað sum helst fram. Men lukturin og jøvnu ýlini – ýl, sum eg annars bara havi hoyrt í sláturhúsum – fáa meg at hugsa: Hvat er tað, eg/vit ikki sleppa at síggja í hesum annars nútímans fjósinum?
Sjálvandi, eg komi úr Danmark, har tað sanniliga eisini er ein skipað djórapínsla, og tá eg ikki eri her í Føroyum, so eri eg heima og mótmæli donsku viðferðina av djórum. Tað geri eg, tí tað er mín demokratiski rættur og mín moralska skylda at reagera og mótmæla, tá eg síggi nakað so grimt, sum tað, ið fer fram í donsku og føroysku fjósunum.
Djórini kunnu jú ikki mótmæla sjálvi, ha? Ella jú, tað kunnu tey í regluni væl, men hvør tímir at lurta, tá tey klaga og gremja seg?
Nógv munnu nú hugsa: “Hvat heldur tú so, vit skulu gera?”; og eitt av mínum uppskotum vildi verið, at man velur at innflyta ella framleiða plantumjólk til menniskju heldur enn kraftfóður til píndu djórini. Og sum tað er í dag, so vera bæði plantumjólk og kraftfóður innflutt.
Eg havi gjørt mítt. Eg havi tikið myndir og varpað ljós á hendan ljóta trupulleikan. Hvussu man so tekur hetta upp, er ikki í mínum hondum. Eg vóni tó, at allir ólukkuligir og skelkaðir føroyingar, sum tóku samband við meg, framvegis vilja krevja broyting og at farið verður til verka at steðga hesa misrøktina og djórapinsluna.
Eingin í heiminum hevur uppiborið tað, eg sá í føroysku fjósinum. At misrøkt eisini fer fram í øðrum londum kann ikki umbera misrøktina, sum fer fram í Føroyum.
Sum Mahatmi Ghandi segði so væl: “Stórleikin og moralska framgongdin í einum landi kann dømast eftir, hvussu djór tess verða viðfarin.”
Leinkið til sjónbandið: www.facebook.com/casperhilt/videos/317717042824127/
Ps. Lesarabrævið er umsett til føroyskt av Guðrið Guðjónsson. Sjálvur tosi og skilji eg tíverri ikki føroyskt.