Diplomaturin gerst reiðarastjóri

51 ára gamli Herálvur Joensen er settur í starv sum stjóri í Føroya Reiðarafelag.

Herálvur Joensen er útbúgvin løgfrøðingur og kemur úr starvi sum deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni.

Herálvur varð eisini fyrsti aðalstjórin á Oljumálaráðnum, sum hann var við til at byggja upp, í samband við fyrstu útbjóðingarrundu eftir olju á føroyska landgrunninum. Seinni hevur Herálvur verið aðalstjóri á Fiskimálaráðnum, til hann í 2006 bleiv sendimaður á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn.

Herálvur hevur verið deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni síðan 2011. 1. mai tekur hann við stjórastarvinum í Føroya Reiðarafelag.

Herálvur Joensen hevur trivist væl í øllum sínum størvum, men í samrøðuni niðanfyri, sigur hann seg eisini síggja fram til at royna seg í høvuðsvinnuni: