Sjálvandi skal pláss vera fyri dialektum í Kringvarpinum, men máti skal vera við. Tað eigur ikki at koma fyri, at vit í tíðindasendingum hoyra máliskur sum teir hevði« og »útoyggjarnir«, og vit eiga eisini at kunna krevja rættar endingar í eini almennari tíðindasending.
Tvey dømi um dialektir, sum vit seinasta árið hava hoyrt í útvarpinum, tæna ongum endamáli, og eg vil halda uppá, at eingin vágbingur og einki eiðisfólk tosa soleiðis í dag. Hesir upplesarar gera sínum bygdamálum eina bjarnatænastu við sínum ekstremu úttalum og fáa fólk at venda sær ímóti teimum.









