Deyðarevsingin er deyðadømd

Danska verjumálaráðið fer í næstu viku at senda málið um hernaðarligu revsilógina aftur til ríkisumboðið, so deyðarevsingin í Føroyum endiliga fær banahøgg. Tað verður gjørt við, at ein nýggja donsk hernaðarlig resvilóg frá 1973 verður sett í gildi. Hesa loysn eru føroyingar kortini ikki glaðir fyri, tí hildið verður, at tað er óneyðugt við hernaðarligari revsilóg í Føroyum

DEYÐAREVSING

Føroyska deyðarevsingin hevur hægstu raðfesting.
Tað upplýsa embætisfólk í danska verjumálaráðnum, sum í løtuni leggja síðstu hond á málið um at taka hernaðarligu revsilógina frá 1937 av í Føroyum.
Í gomlu lógini eru ásetingar um, at deyðadómur gerst aktivur í Føroyum í krígstíð. Lógin varð avloyst av eini nýggjari lóg í Danmark í 1973, har deyðarevsingin varð sett úr gildi, men onkursvegna vórðu Føroyar gloymdar, so gamla lógin stóð við.
Løgtingið samtykti 22. desember 2001, at gamla hernaðarliga revsilógin skuldi takast av fyri Føroyar. Men hóast 15 mánaðir eru gingnir, hevur landsstýrið onki frætt aftur. Nú altjóða samfelagið umhugsar at leypa á Irak, kann tann margháttliga støðan íkoma, at deyðarevsingin gerst aktiv á føroyskari jørð. Tí hevur málið sett verjumálaráðið í akutta støðu.

Í næstu viku
Mette Nøhr, deildarstjóri í verjumálaráðnum, sigur við Sosialin, at tey longu í næstu viku fara at senda málið aftur til ríkisumboðið í Føroyum. Deyðarevsingin verður avtikin við, at nýggja lógin frá 1973 verður sett í gildi í Føroyum. Síðsta greinin í lógini staðfestir so samtundis, at gamla hernaðarliga revsilógin frá 1937 verður tikin av.
Ríkisumboðið skal lýsa nýggju lógina, ið samstundis tekur deyðarevsingina av. Tað er so upp til ríkisumboðið at gera av, um løgtingið fær høvið til at viðgera ta nýggju hernaðarligu revsilógina, áðrenn hon verður sett í gildi.
Tað er ríkisumboðið, sum hevur sent ríkislógartilmæli hjá løgtinginum víðari til danskar myndugleikar. Spurd, hví tað hevur tikið so langa tíð at ganga umbønini á møti at avtaka hernaðarligu revsilógina, svarar Mette Nøhr, at tey hava bíðað eftir svari úr forsætismálaráðnum, um nýggja lógin kann setast í gildi. Harafturat hava tey so nógv onnur mál liggjandi, sum skulu avgreiðast, og hon ivast eisini í, um 15 mánaðir eru long tíð í hesum samanhangi.

Føroyingar ímóti
Spurningurin er, um tað loysir seg hjá donsku myndugleikunum at spyrja føroyingar, um nýggja hernaðarliga revsilógin skal setast í gildi í Føroyum, tí teir hava longu sagt seg vera ímóti.
Landsstýrið skrivaði longu í 1992 til ríkisumboðið, at landsstýrið á fundi 11. februar 1992 hevur samtykt at mæla frá, at lógin og kunngerðirnar verða settar í gildi í Føroyum nú, tá tað í 30 ár hevur verið gjørligt at verið galdandi lóg fyriuttan.
Tá landsstýrið 26. oktober 2001 legði uppskot fyri tingið um at avtaka hernaðarligu revsi- og rættargangslógina, var støðan tann sama. Í viðmerking til uppskoti skrivaði landsstýrismaðurin millum annað, at »hildið verður ikki, at tørvur er á eini hernaðarligari revsilóg fyri Føroyar«, og at landsstýrið ikki hevur broytt støðu síðan 1992.
Sjónarmiðið hjá landsstýrinum er, at viðurskiftini hjá hernaðarmyndugleikunum í Føroyum eru nóg væl nøktað við lógarreglunum í vanligu revsilógini og í teimum vanligu sáttmálaligu møguleikunum, sum harnaðarvaldið hevur mótvegis sínum starvsfólkum.
»Tí er neyðugt at gera eina serlóg um avtøku av hernaðarligu revsilógini frá 1937, og tað er tað, sum skotið verður upp«, skrivaði Høgni Hoydal vegna Føroya landsstýri.

*******
FAKTA
Hernaðarliga revsilógin frá 1937, ið enn er galdandi í Føroyum, hevur m.a. hesar ásetingar:
§ 24. Livsstraf fuldbyrdes ved skydning.
§ 35. Den der tjener fjenden som spion, straffes på livet.
*******