Í samband við stóra dartkapping hevur landsdystur verið millum Føroyar og Ísland í Reykjavík í kvøld. Føroysku dartspælararnir á A-landsliðnum gjørdu bart og vunnu 8-6. B-landsliðið og kvinnulandsliðið taptu bæði í avgerandi settinum.
Mikukvøldið fóru 12 føroyskir dart spælarar til Íslands í samband við stóru altjóða kappingina Winmau Open 2017. Dartsamband Føroya og Íslendska sambandi avgjørdu undan ferðini, at spæla landsdyst landana millum. Hetta er fyrsti landsdystir hjá einum føroyskum dart landsliði í meiri enn 25 ár. Talan verður um tríggjr landsdystir, ein A landsdyst, ein B landsdyst og ein landsdyst hjá kvinnum.
Tað eru fýra spælarar á hvørjum landsliðið, sum spæla eitt sett í part móti hvørjum á íslendska landsliðnum. Í A-landsdystinum vann Uni Árting (HDF) allar fýra, meðan Kristian Joensen (KDF) og Remy G Hansen (Kongshavn) vunnu tveir í part. FM vinnarin, Jón Johansen (VDF) hevði ikki FM-spælið við sær, og tapti allar fýra.
- Hetta er ótrúligt, tú Ísland stillaði við sterkastu manning, har í millum íslendska meistaranum, sigur Kristian Joensen.
B-landsliðið og kvinnulandsliðið tapti akkurát
B-landsliðið mundi eisini koppað íslendingunum. Her stóð á jøvnum 8-8, tá avgerandi sett mátti til. Her var Oddfinn Hansen (HDF) óheppin og tapti. Hann vann annars allar fýra dystirnar í vanliga dystinum.
Kvinnurnar blivu eisini akkurát ov stuttar. Tær taptu 8-7. Aftur var talan um eitt avgerandi sett, sum bleiv munurin. Annika Joensen (Team Sandoy), sum saman við hinum kvinnunum stóð seg vaæl, tapti avgerandi settið.
Fríggjadagin verður farið til Keflavíkar, har kappast verður í tvímansleikið, har tað verður trekt um makkarar. Leygardagin er tann stóra einstklinga kappingin og sunnudagin verður tvímnsleikur. Ferðalagið verður aftur í Føroyum 2 páskadag
Landsliðsvenjarin Esmar Mikkelsen úttók hesar spælararnar: Annika Joensen (Team Sandoy) Gunnbjørg Dam (VDF) og Terja Ósa (KDF) Hja kvinnum eru 3 spælarar á hvørjum liði. Hjá monnum eru hesir úttiknir. Bogi H Isaksen (KDF) – Jens Albert Simonsen (VDF) – Jóannes Árting (HDF) – Jón Johansen (VDF) – Kristian Joensen (KDF) -Oddfinn Hansen (HDF) – Remy G Hansen (Kongshavn) og Uni Árting (HDF)