Danski løgmálaráðharrin skal standa til svars

Danski løgmálaráðharrin skal svara beinleiðis í fólkatingssalinum um brot á rættargangslógina, tá politiinspektørur varð settur í Føroyum

Drúgv tíð er gingin, síðani málið um tann setta politiinspektørin varð reist í Føroyum, men higartil hevur danski løgmálaráðharrin ikki svarað beinleiðis um, hvørjar avleiðingarnar verða.

Innlendismálaráðið í Føroyum hevur staðfest, at talan er um eitt greitt brot á Rættargangslógina fyri Føroyar, tí Landsstýrið varð ikki hoyrt í málinum, áðrenn politiinspektørurin varð settur.

Ríkisumboðið, Dan Knudsen, svaraði fyrispurningi frá Tórbirni Jacobsen tingmanni á løgtingi, og har segði hann vegna danskar myndugleikar, at teir tulkaðu lógina øðrvísi.

Síðani hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, tó sligið fast, at landsstýrið metir framvegis, at talan er um greitt brot á Rættargangslógina.

Høgni Hoydal, fólkatingsmaður hevur tí sett danska løgmálaráðharranum, Lars Barfoed, ein munnligan fyrispurning um málið

Har skal hann m.a. svara, hvat hann ætlar at gera við støðuna, nú føroyskir myndugleikar standa fast við, at Rættargangslógin fyri Føroyar er brotin av tí myndugleika, sum hevur ábyrgd av rættartrygdini.

Fyrispurningurin skal svarast í fólkatingssalinum seinnapartin í dag