Upp á minni enn eitt samdøgur er Danski Fólkaflokkur farin úr 16 niður í 11 fólkatingslimir.
Í morgun hevur fólkatingsmaðurin Hans Kristian Skibby meldað seg úr Danska Fólkaflokkinum. Tá upplýsir hann fyri Berlingske og TV2.
– Avgerð mín er tikin tí, at samstarvið í fleiri ár hevur verið sera avbjóðandi í DF á Christiansborg, har innanhýsis svik, slatur, undirgravandi mótarbeiði og nú ein sterkur leiðslustílur, sum hevur gjørt tað ógjørligt hjá mær at halda fram í flokkinum, skrivar Skibby í eini viðmerking til Berlingske.
Í gjár meldaðu fýra aðrir fólkatingslimir seg úr DF. Tey fóru Bent Bøgsted, Liselott Blixt, Karina Adsbøl og Lise Bech.
Bøgsted, Blixt, Adsbøl og Bech grundaður sína útmeldig við í høvuðsheitinum ónøgdsemi við formannin Morten Messerschmidt, sum fyri einum mánaði síðani varð valdur sum nýggjur formaður í flokkinum.
Tey fýra hava ikki álit á Nesserschmidt. Og tey finnast eisini at leiðslustílinum hjá formanninum. Bøgsted, Blixt, Adsbøl og Bech vístu á onnur valevni enn Messerschmidt sum formann.
Í formansuppgerðini ynskti Skibby eisini ein annan formann í DF enn Messerschmidt.
Skibby vísti á fyrrverandi fólkatingsmannin Martin Henriksen sum formann. Men á eykalandsfundi í januar vann Messerschmidt formansuppgerðina ímóti Henriksen og Merete Dea Larsen.
Síðani hevur eisini Martin Henriksen, sum í mong ár var framsøgumaður í útlendingamálum hjá flokkinum, meldað seg úr flokkinum vegna Messerschmidt.
/ritzau/











