Nýggja dansistykkið ?Kyrra? verður framført tann 19. juni ?Kyrra? er heitið á nýggjum dansistykki eftir Jónu K. Thomsen. Tað er gjørt við íblástri frá bandaðum samrøðum og dagbókum hjá Ernst F. Thomsen, sála. Hann var skipari á føroyskari slupp undir 2. veraldarbardaga.
- Eg helt tað vera áhugavert at gera eina framførslu við støði í upplivingum hjá abba mínum. Tað, sum bergtók meg mest við hansara dagbókum og bandaðum samrøðum, var, at sama um korini vóru hørð, var maðurin so eyðmjúkur. Fyri meg stendur hann fyri eina tíð, sum umboðar tí eldru føroysku mentanina, og eg helt tað vera spennandi at royna at lýsa hesa tíðina gjøgnum modernaða framførslulist, sigur Jóna K. Thomsen.
Í sambandi við, at Tórshavnar Kommuna fyllir 100 ár, verður ?Kyrra? framført tann 19. juni klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki fáast á nlh.fo ella við at ringja til Norðurlandahúsið.
Koreografi: Jóna K. Thomsen
Dansarar: Katrin Gunnarsdóttir, Thordis Schramm og Jóna K. Thomsen
Tónleikur: Ólavur Jákupsson









