Hetta vikuskiftið verða serstøk møtir fyri føroyingar hildin í trimum donskum býum ? Esbjerg, Sønderborg og Vejle. Tað eru fólk úr samkomuni Malta í Hirtshals, sum skipa fyri møtunum, saman við lokalum kreftum.
- Vit plaga at gera slíkar túrar ?suður á land? einaferð um mánaðin. Hetta plaga at vera góð møtir, og tað vænta vit eisini hesaferð, sigur Poul Johan Djurhuus, sum í løtuni starvast í Malta saman við konuni.
Hann vónar, at nógvir føroyingar fara at koma til hesi møtini, sum verða hildin fríggjakvøldið kl. 19:30 í Sædding Centret í Esbjerg, leygarkvøldið í Sønderborg og sunnudagin kl. 17 í hølunum hjá Frelsunarherinum í Vejle.
Umframt Poul Johan, sum verður staddur í Malta til út á komandi vár, fer M. C. Restorff eisini at luttaka við sangi á møtunum.