Danmark: Burkaforboðið missur undirtøku

Tað tóktist leingi, at tað fór at vera ein samd stjórn, ið fór at atkvøða fyri einum forboði móti burka og niqab í Danmark, men útlitini fyri einum samlaðum bláum blokki gjørdist verri í dag, tá Liberal Alliance boðaði frá, at teirra limir vóru fríttstillaðir til at atkvøða eftir egnari sannføring í málinum.


Tað gekk heldur ikki leingi inntil Danmark Radio ringdi til allar limirnar í LA, og síðan kundi avdúka, at sjey av tinglimunum í tingbólkinum hjá LA ikki ætla at atkvøða fyri uppskotinum.


Spurnarumfarið hjá DR vísir, at sjey tinglimir fara at atkvøða nei, ein tinglimur atkvøðir ja, meðan teir fimm ráðharrarnir hjá flokkinum atkvøða ja. Sostatt er tað ein meiriluti í flokkinum, ið ikki ætlar at taka undir við uppskotinum hjá stjórnini.


Enn er ikki greitt nær Fólkatingið skal atkvøða um uppskotið, ið skal banna niqab og burka, men um ikki onkur av andstøðuflokkunum tekur undir við uppskotinum, so er longu greitt, at tað verður felt.


Stóri andstøðuflokkurin Sosialdemokratarnir hevur áður boðað frá, at flokkurin ynskir at seta forboð móti at ganga við burka og niqab, men við DR í kvøld sigur Trine Bramsen, talskvinna hjá flokkinum innan rættarmál, at tey í løtuni ikki ynskja at upplýsa, um tey stuðla uppskotinum hjá stjórnini.


Andstøðuflokkurin hevur áður funnist at forboðnum fyri at raka øll sløg av klæðum, ið fjala andlitið og ikki bara niqab og burka, og harumframt er flokkurin ósamdur við revsingini fyri at bróta lógina. Stjórnin ynskir at revsa tað við eini bót á 1.000 krónur, meðan andstøðuflokkurin metir, at tað ikki ger nokk við sosialu umstøðurnar, ið gera at kvinnur ganga við pløggunum.


Um uppskotið verður samtykt, so er staðfest í lógini, at hon ikki er galdandi fyri Føroyar og Grønland, men í Føroyum hevur Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, boðað frá, at hann fer at leggja eitt líknandi uppskot fyri løgtingið.