Dóttirin vildi hava Lindu at syngja

Tað var nýggju ára gamla dóttirin, Celeste, ið fekk mammu sína at melda seg til X-Factor. Tær báðar høvdu áður fylt við X-Factor kappingini, har Martin, Laura, Heidi og Basim vunnið hjørtuni hjá nógvum danskarum, og ikki minst hjá føroyingum.

Laura var fyrimyndin hjá Celeste, og tá hon helt fyri at Laura sang vakurt, spurdi Linda, um hon ikki sang betur enn Laura.

Hesum var dóttirin samd í, og spurdi, hví Linda ikki bara søkti at sleppa við til X-Factor.

 

Tað vóru orðini hjá dóttrini sum skuldi til, fyri at fáa Lindu at stíga fram sum sonkvinna, tá upptøkuroyndirnar vóru í Keypmannahavn. Stutt áðrenn kappingina, vóru Linda og maður hennara farin frá hvørjum øðrum, og Linda vildi við hesum vísa dóttir sínari, at hon megnaði at standa á egnum beinum.