Dánial Pauli Davidsen er settur í starv sum marknaðar- og sølustjóri í P/F Postverk Føroya. Dánial Pauli er 41 ára gamal og havnarmaður. Hann hevur tikið cand. merc. prógv á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 1990.
Dánial Pauli hevur, síðan hann var liðugur við útbúgving sína, arbeitt í Danmark innan leiðslu, marknaðarføring, umsiting, menning og búskap.
Dánial Pauli tekur við starvinum frá 1. januar 2007 at rokna.
P/F Postverk Føroya gleðir seg til samstarvið við Dánial Paula. Við hesi starvssetan fer nýggja partafelagið undir eitt nýtt kapittul í vinnuvirksemi sínum til gleði fyri viðskifta-, starvsfólk, eigarar og onnur, ið varða av P/F Postverk Føroya.