Fyrrverandi amerikonsku forsetahjúnini Bill og Hillary Clinton vóru til staðar, tá núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, varð settur í starv til annað valskeið í 2025. (Savnsmynd). - Mynd: Shawn Thew/Pool/Reuters

Clinton finst harðliga at republikanarum í Epstein-kanning

Sambært Bill Clinton sjálvum hevur hann kravt, at útsagnirnar hjá honum og Hillary Clinton verða almannakunngjørdar.

Fyrrverandi amerikonsku forsetahjúnini Bill og Hillary Clinton vóru til staðar, tá núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, varð settur í starv til annað valskeið í 2025. (Savnsmynd). - Mynd: Shawn Thew/Pool/Reuters

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, finst harðliga at handfaringini hjá republikanarunum av kanningini av málinum um fíggjarmannin Jeffrey Epstein.

Hetta ger Clinton á sosiala miðlinum X.

Hann skrivar millum annað, at hann vil hava tað at fara fram í almennari hoyring, tá hann og konan, Hillary Clinton, geva sín vitnisburð í málinum.

– Eg fari ikki at standa passivur, meðan tey brúka meg sum rekvisitt í einum lukkaðum kengurudómi hjá einum republikanskum flokki, sum rennur skríggjandi undan.

– Um tit ynskja svar, lat okkum steðga jólaleikunum og gera hetta á rættan hátt: í almennari hoyring, har amerikanska fólkið sjálvt kann síggja, hvat hetta veruliga snýr seg um, skrivar Clinton.

Umboðsmannatingsins eftirlitsnevnd stendur fyri kanningini av Epstein-málinum.

Formaðurin í eftirlitsnevndini, republikanski James Comer, hevur ynskt, at vitnisburðurin hjá Clinton-hjúnunum verður hildin fyri afturlatnum hurðum, tó við myndatólum, skrivar Clinton.

– Hvør fær ágóðan av hesi skipan? Ikki offrini hjá Epstein, sum hava uppiborið at síggja rættvísi framt. Ikki almenningurin, sum hevur uppiborið at vita sannleikan.

– Tað tænir bara partapolitiskum áhugamálum. Hetta er ikki ein faktuell kanning, tað er reinur politikkur, skrivar hann.

New York Times skrivaði í januar, at Clinton-hjúnini høvdu noktað at vitna í Epstein-málinum. Tey vórðu boðsend í august í fjør.

Men fleiri demokratiskir limir í eftirlitsnevndini høvdu avgjørt at stuðla eini atkvøðugreiðslu, sum kundi hava við sær eitt rættarmál, har Clinton-hjúnini skuldu verða ákærd fyri at hava víst vanvirðing móti amerikanska tjóðartinginum, kongressini.

Bæði fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, og núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vóru í hópinum her Epstein ferðaðist.

Epstein doyði í fongsli í 2019, meðan hann bíðaði eftir rættarmáli í New York vegna ákærur um menniskjahandil og kynsligan ágang móti ungdómi.

Epstein varð í 2008 dømdur fyri at hava handlað ungar gentur. Hann sat 13 mánaðir.

/Ritzau/