Claus og teir vunnu aftur

Blackpool kom aftur á beint í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, tá ið liðið leygardagin vann heimadystin ímóti Leicester

Fyrrverandi føroyski landsspælarin Claus Bech Jørgensen var við á liðnum hjá Blackpool allar 90 minuttirnar. Blackpool kom á odda tíðliga í dystinum, men í seinna hálvleiki javnaði Leicester. 20 minuttir fyri tíð var fyrrverandi skotski landsliðsspælarin Paul Dickov skiftur inn, og hann gjørdi sigursmálið hjá Blackpool stutt fyri leiklok.