Boðini komu ikki óvart á fransmenn, tí tað hevur leingi verið almenn vitan, at Jacques Chirac fór ikki at stilla upp til forsetavalið í vár. Kortini var ein hátíðarligur dámur yvir løtuni, tá tann 74 ára gamli forsetin kunngjørdi avgerð sína.
Løtan á sjónvarpsskíggjanum var ikki bara hátíðarlig, men eisini álvarssom, og Chirac nýtti høvi til at nema við fleiri av teimum stóru og viðkomandi spurningunum í fronskum politikki. Hann ávaraði ímóti øllum víðgongdum kreftum og segði, at Frakland má ongantíð ganga við til nakra neyðsemju, tá tað snýr seg um rasismu ella antisemittismu.
Politiskir eygleiðarar í París siga, at Chirac bíðaði leingi við at kunngera, at hann stillar ikki uppaftur, tí hann vildi varðveita møguleikan at royna seg eina ferð afturat. Men eygleiðararnir ivast í, at hann hevði vunnið eitt val afturat, serliga eftir at fransmenn vrakaðu uppskotið um ES-grundlógina, sum forsetin var íðin talsmaður fyri.
Tann stóri spurningurin er nú, hvussu Chirac fer at brúka sína støðu til at ávirka valstríðið upp undir forsetavalið. Floksfelagið hansara, Nicolas Sarkozy, hevur ligið á odda í teimum flestu meiningakanningunum, men í seinastuni hevur sosialisturin Ségolene Royal togað inn á hann. Harafturat hevur miðvalevnið Francois Bayrou havt munandi framgongd í seinastuni.
Tann javna støðan ger, at tann fráfarandi forsetin kann fáa ávirkan á úrslitið, skrivar Reuters úr París. Men fyribils vil Chirac ikki siga, hvønn veljararnir eiga at velja.