Fýra dystir í Premier League fórðu settir í gongd klokkan 15, og tríggir vinnarar vórðu.
Sjónvarpsdysturin millum Chelsea og Leicester var ikki serliga spennandi ella serliga væl spældur í fyrra hálvleiki, men hann var munandi betri í seinna.
Tá eydnaðist Diego Costa miðsleiðis í hálvleikinum at leggja Chelsea fram um 1-0 eftir góðum uppleggi frá Ivanovich, og nakað seinni vísti Eden Hazard, hvør leikari hann er, tá hann trekti inn úr vinstru og sendi bóltin í netið.
Úrslitini higartil:
Aston Villa-Nescastle 0-0
Chelsea-Leicester 2-0 (0-0)
63. 1-0 Diego Costa
77. 2-0 Eden Hazard
Crystal Palace-West Ham 1-3 (0-2)
34. 0-1 Mauro Zarate
37. 0-2 Stewart Downing
49. 1-2 Maourane Chamakh
62. 1-3 Carlton Cole
Sourhampton-West Brom 0-0
Swansea-Burnley 1-0 (1-0)
23. 1-0 Nathan Dyer