Chelsea fær treytað transferbann og metstóra bót

Chelsea fær yvir 90 milliónir krónur í bót og treytað transferbann eftir semju við Premier League.

Øll brotini hjá Chelsea vóru framd undir ognarrættinum hjá russiska milliardaranum Roman Abramovich millum 2009 og 2022. (Savnsmynd). - Mynd: Chris Radburn/Reuters

Enska fótbóltsfelagið Chelsea skal rinda eina samlaða bót á 10,75 milliónir pund, sum svarar til umleið 93 milliónir krónur og fær eitt treytað flytingarbann í eitt ár fyri eina langa røð av brotum á reglurnar í Premier League.

 

Hetta skrivar Premier League á heimasíðuni. Chelsea váttar eisini tíðindini og takkar deildini fyri samstarvið.

 

Flytingarbannið er treytað í tvey ár. Hetta merkir, at um felagið brýtur reglurnar aftur innan tað tíðarskeiðið, kemur eitt ára leikbannið í gildi.

 

Harumframt sleppur Chelsea ikki at melda ungdómsleikarar til akademiið næstu níggju mánaðirnar.

 

Chelsea hevur brotið eina røð av reglum innan fíggjarliga frágreiðing, ungdómsmenning og at arbeiða við umboðum, millummonnum og íløgum frá triðjaparti í leikarar.

 

Reglubrotini hendu øll undir undanfarnu felagsleiðslu frá 2009 til 2022. Meginparturin av teimum hendu í 2010-11 og 2015-16.

 

Í tí tíðarskeiðnum átti russiski milliarderurin Roman Abramovich felagið. Hann varð trýstur at selja Chelsea í 2022 eftir innrásina hjá Russlandi í Ukraina.

 

Amerikanski miljarderurin Todd Boehly yvirtók felagið, og sambært Chelsea var tað felagið sjálvt, sum gjørdi Premier League varugt við tey mongu reglubrotini, sum høvdu verið undir fyrra ognarskapinum.

 

Chelsea hevur síðani samstarvað við deildina um at kanna málið. Premier League upplýsir millum annað, at Chelsea hevur latið nærum 200.000 skjøl sum liður í kanningararbeiðinum.

 

Bótin uppá meira enn tíggju milliónir pund er tann størsta, sum Premier League hevur givið einum felag.

 

Tann størsta higartil var til West Ham, sum í 2007 fekk 5,5 milliónir pund í bót, umleið 47 milliónir krónur. Tað fekk West Ham fyri at bróta flytingarreglurnar í Premier League, tá teir keyptu sáttmála við argentinarnar Carlos Tevez og Javier Mascherano.

 

 

 

/Ritzau/

 

Øll brotini hjá Chelsea vóru framd undir ognarrættinum hjá russiska milliardaranum Roman Abramovich millum 2009 og 2022. (Savnsmynd). - Mynd: Chris Radburn/Reuters