BIRITA - Eitt móðirmonument við altjóða flogi

Tá navnið Birita við hvítum stavum á svartari grund fer rullandi aftur í myrkrið ovast á skíggjanum, varnist eg hvussu tað strammar og svíður á kjálkanum av søltum, tornaðum tárum - summi av gleði onnur av sorg, men tey flestu av ótálmaðum takksemi yvir kærleikan, ið eins og ein støðugur løkur streymar undir filminum Birita, sum í dag var frumsýndur á CPH:DOX 2026. Birita er heilt einfalt eitt mirakul av einum filmi. Eitt stórfingið minnismerki til eina móðir og sjónleikarinnu, men hetta er eisini filmurin um ein son, sum elskar mammu sína yvir alt og helt hana vera heimsins bestu sjónleikarakvinnu, tá hann var lítil og upplivdi hana í ljósinum á leikpallum. Birita er ein dokumentarfilmur um minnissvinn, um kærleika, um foreldraskap, men Birita er eisini ein filmur um list og hvussu einki evni er skeivt at brúka listaliga, um bara verkætlanin er útint við kærleika, virðing og við so mikið stórum listaligum yvirskoti og originaliteti, at hon verður eitt listaverk í sjálvum sær.

 

Hetta skrivar Kinna Poulsen m.a, tá hon á Listaportalinum ummælir filmin Birita.

 

Alt ummælið kann lesast her: BIRITA - Eitt móðirmonument við altjóða flogi — Listaportal