Tíðliga seinnapartin í dag hevði Fólkaflokkurin framløgu av sínari valskrá til fólkatingsvalið, sum verður hin 24. mars – ella tveir dagar fyri løgtingsvalið.
Fólkaflokkurin stillar níggju fólk upp til fólkatingsvalið, og hesi eru Beinir Johannesen, Árni Skaale, Jørgen Niclasen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Astrid Breckmann, Jacob Vestergaard, Fía Selma Nielsen, Bárður á Lakjuni og Símun Jóannesarson Hansen.
Á framløgufundinum helt formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, fyri, at hetta er ein góð og dugnalig manning og ein sterkur listi, vælumboðaður um landið.
- So leingi, tað eru málsøkir, sum ikki eru yvirtikin, verður brúk fyri fólkatingssessunum, men fáa vit tjóðarsemjuna upp á pláss, verður ikki neyðugt við fólkatingssessunum meira, segði Beinir Johannesen
Tað eru meira enn 20 ár síðan, at Fólkaflokkurin seinast vann annað umboðið á Fólkatingi, og formaður floksins helt fyri, at nú er tíðin komin til, at flokkurin aftur fer at vinna annan sessin.
- Vit fara at tala fyri, at føroyskt vinnulív framhaldandi hevur góðar karmar, og vit fara at tala fyri teimum ynskjunum, sum Føroya løgting hevur.
Millum mál, sum Beinir Johannesen nevndi, er, at løgreglan, sum er danskt málsøki, má styrkjast, tí hetta er týdningarmikið fyri eitt nú at basa veksandi rúsevnunum í Føroyum.
- Hetta er eisini neyðugt til tess at fyribyrgja kynsligum brotsverkum og øðrum brotsverkum á netinum, legði hann aftrat.
Formaður Fólkafloksins nevndi eisini, at eitt fólkafloksumboð á Fólkatingi eisini fer at arbeiða fyri betri handilssambondum.
- Tað eru dømir um, at Danmark ikki dregur somu línu, sum Føroyar, og hetta minnast vit eitt nú aftur frá makrelstríðnum, har Føroyar stóðu rættiliga einsamallar.
Í valskránni til Fólkatingsvalið sigur Fólkaflokkurin, at tey fara at brúka fólkatingssessin sum eina borgarliga rødd, ið virkar til frama fyri føroyskum áhugamálum – og bara føroyskum áhugamálum.
- Hetta verður ein rødd, sum fer at virka fyri at betra um trygdina hjá føroyingum í gerandisdegnum í Føroyum, og røddin skal eisini viðvirka til at betra um karmarnar hjá vinnuni í Føroyum.
Beinir Johannesen segði, at ein fólkafloksrødd á Fólkatingi eisini fer at virka fyri ynskinum um einar frælsari Føroyar.
- Henda røddin hevur manglað í alt ov langa tíð, og nú er ov mikið. Nú er tíðin komin til, at Fólkaflokkurin verður aftur á Fólkatingi.
Formaður Fólkafloksins nevndi eisini, at flokkurin fer at virka fyri einum strammari útlendingapolitikki.
- Tilflytarar í Føroyum eru við til at lyfta okkara samfelag, og tey halda samfelagshjólunum koyrandi. Men, vit mugu eisini vera á varðhaldi og tálma tilflyting, tí okkara samfelag er lítið og viðbrekið, eins og vit hava eina mentan at verja.
Og Beinir Johannesen legði aftrat:
- Tí skulu vit seta krøv. Vit skulu hava eina greiða og einfalda lóg, ið setir hesi krøv og eisini ger viðgerðina greiðari. Málsøkið er danskt, og tí skulu broytingar, ið vit ynskja okkum, samtykkjast í Fólkatinginum.
Formaðurin segði, at eitt fólkafloksumboð fer at arbeiða fyri, at ynsktar broytingar verða framdar í Fólkatinginum.
- Tað er av stórum týdningi, at umboð Fólkafloksins brúkar pallin á ein virðiligan hátt til frama fyri Føroyar. Tí vilja vit altíð virða og virka fyri ynskinum hjá landsstýrinum – líkamikið, hvør sigur í landsins stjóri, segði Beinir Johannesen á framløgufundinum seinnapartin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##















