Saman við Lions Club hevur FSF tikið avgerð um, at føroyska kappingarárið nú skal byrja við sonevndum stórdysti millum meistarar og steypavinnarar.
Hetta er ein siður, sum eitt nú í Onglandi hevur sterkar røtur. Har ber dysturin heitið Charity Shield, og sum navnið sipar til, so fer innkomni peningurin til vælgerandi endam´la.
Júst hetta er eisini aðalmálið í føroysku útgávuni av dystinum. Dysturin hesa ferð verður millum føroyameistararnar úr HB og steypavinnararnar úr B36, og verður hesin spældur á ovara vølli í Gundadali mikudagin komandi kokkan 18. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 70 kr.