Carroll skjótt klárur aftur

West Ham venjarin, Sam Allardyce, sigur, at metkeypið hjá felagnum, Andy Carroll, 15 milliónir pund, skjótt verður klárur.

West Ham venjarin, Sam Allardyce, sigur, at metkeypið hjá felagnum, Andy Carroll, 15 milliónir pund, skjótt verður klárur.

 

25 ára gamli áleyparin varð lántur út til West Ham frá Liverpool, men varð síðani keyptur í summar, og hevur ikki spælt síðani orsakað av einum skaða í fotinum.

 

- Andy venur við aftur í dag, og vónandi verður hann við á beinkinum um eina viku ella so, sigur Sam Allardyce.

 

At Carroll er við at era klárur aftur, er gott nýtt fyri Allardyce, hvørs lið liggur næst niðast á stigatalvuni í Premier League.

 

Enski landsliðsleikarin skoraði 24 mál síðsta kappingarár, tá hann var útlántur til West Ham.

 

Hann verður neyvan við í annaðkvøld, tá West Ham fer til Manchester at spæla fyrru hálvfinaluna móti City í Capital One Cup, men kann verða við í hópinum til týdningarmikla dystin móti Cardiff City sunnudagin.