Calderwood skal venja landsliðið

Starvsnevndin hjá FSF hevur í kvøld fundast um, hvør skal verða føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti.

Og tað er nógv, sum bendir á, at valið er tikið, og at navnið verður Colin Calderwood.

Tað hevur ljóðað, at skotin hevur verið í hørðum tvídysti við danska Flemming Serritslev um starvið, men eftir øllum at døma er valið hesa ferð follið á ein venjara, sum ikki er dani, og at talan tí verður um eitt stílskifti í so máta.

 

Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, vil ikki staðfesta, hvønn venjara talan er um.

- Vit høvdu ein góðan fund, og eg rokni við, at vit allir sova róliga í nátt. Og droyma vit um landsliðsvenjaran, so rokni eg við, at vit allir hava somu mynd framman fyri okkum.

- Enn er tó ikki komið heilt á mál. Vit hava longu fingið vissu fyri, at allir tríggir kandidatarnir passa inn í tann kassan, sum vit høvdu teknað, men talan er jú um persónar, og tí vilja altíð vera smálutir, sum skulu justerast, áðrenn nakað er komið endaliga upp á pláss. Tað er so nakað, sum vit ætla at arbeiða skjótt við, tí tingini kunnu henda skjótt í fótbólti, og tí kunnu aðrir áhugaverdir møguleikar stinga seg upp, sigur FSF-forsetin.