Hvalba: Trygvi Midjord býr í uppi í Trøðini í Hvalba. Tað sum verður rópt uppi á Neystabøð. Hann var farin tíðliga upp sunnumorgunin. Klokkan nærkaðist seks, og Trygvi var júst liðugur at eta morgunmat og drekka morgundrekka í køkinum. Hann var á veg út úr køkinum eftir jakkanum, tá hann hoyrir at vindurin vaks øgiliga nógv og øgiliga knappliga.
Trygvi vendir eyguni móti køksvindeyganum og hevur sera ilt við at trúgva tí hann sær. Uttanfyri vindeygað fleyg ein bussur hansara. Í leysari luft.
– Bussurin fleyg upp fyri vindeyga. Eg renni so yvir og toyggi meg út í vindeygakarmin, og síggi at gamli bilurin verður lyftur upp um hin lítla bussin og fer sendandi yvireftir, fortelur Trygvi Midjord.
Mini-bussurin tekur í yvirkantin á einum samaslag bussi við síðuna av. Hesin koppar og saman fara bussarnir báðir sendandi einar 15 metrar yvireftir.
Ongantíð upplivað líknandi
Trygvi Midjord dugir yvirhøvur ikki at siga, hvat tað var sum hendi sunnumorgunin. Hann var farin tíðliga upp og skuldi koyra rutu. Trygva dámar væl at hava góða tíð um morgnarnar, og tað hevði hann eisini henda morgunin.
– Tað rann mær ongantíð í huga, at eg ikki skuldi fara at koyra rutu orsaka av vindinum. Vit plaga eisini altíð at hoyra her, tá ið hvirlurnar koma, men soleiðis var als ikki sunnumorgunin. Hvirlan kom burtur úr púrasta ongum, og hvarv eisini líka knappliga, sigur Trygvi Midjord.
Hann skuldi koyra rutu klokkan 6.10. Tá klokkan var góðar tíggju minuttir í seks, var hann á veg út í gjøgnum dyrnar, men tá var tað at hvirlan kom og tók bussarnar.
– Eg havi koyrt buss í 42 ár, og búð uppi í Trøðini í 30 ár, men aldrin havi eg upplivað nakað líknandi, sigur Trygvi Midjord.
– Hetta er slíkt eg bara havi sæð í sjónvarpinum, sigur Trygvi og flennir so. Trygvi Midjord hevur koyrt buss í 42 ár. Hann eigur tí fleiri bussar, og í túni hansara henda sunnumorgunin stóð ein stórur bussur, ein persónbilur og tveir mini-bussar. Tað vóru hesir báðir síðst nevndu, sum hvirlan tók.
Tann eini bussurin hevur IRF longu verið eftir, og verður hann nú burturbeindur, og hin bussurin metir Trygvi sjálvur eisini er vrak.
Kendi seg forfylgdan
Meðan Trygvi stendur í vindeyganum og eygleiðir ruðuleikan uttanfyri, sær hann at hvirlan fer omaneftir móti einum hoyggjhúsið, hann sjálvur eigur. Har blásti hvirlan allar hurðar upp, og síðani hvarv hon líka knappliga sum hon kom.
– Eg føldi meg næstan forfylgdan hesa løtuna, tí hvirlan gjørdi seg bara inn á mítt. Fyrst inn á bussarnar og síðani hoyggjhúsið, áðrenn hon hvarv, sigur Trygvi Mortensen skemtandi.
Tríggjar metrar upp í loft
Henda morgunin ógvusliga og óvanliga hendingin fór fram, var Trygvi Midjord í køkinum. Húsini hjá Trygva eru í tveimum hæddum, og køkurin er á ovaru hæddini. Bussurin hjá Trygva Midjord varð lyftur upp um alla kjallarahæddina, og upp fyri køksvindeyga hjá Trygva. Her er talan um stívliga tríggjar metrar, ið bussurin hevur lyft seg.
Trygvi Midjord undrast stórliga yvir tað, sum honum var fyri sunnumorgunin, og aðrir hvalbingar undrast eisini. Trygvi hevur heldur onga frágreiðing upp á tað, men sigur hetta minnir hann mest um tað, sum hendi í London herfyri, tá ein melduródn gjørdur um seg. Hon vardi í minni enn ein minutt, men sorlaði frá hond og gjørdi stóran skaða á bæði hús og fólk. Í Hvalba var, tíbetur, ongin fólkaskaði, men lítlu mini-bussarnir hjá Trygva koyra ikki aftur.