BT: Deyðin úr Tórshavn

Síðan Sic gav út fløguna Pandemonium, hevur bólkurin vassa í rósi, nú ummælarir eisini danska tíðindablaðið BT fløguna, og ummælið er sera jaligt.

Ummæli


Tungmálmsummælarin hjá danska tíðindablaðnum BT, Steffen Jungersen stillar seg nú í røðina av ummælarum, ið hálova fløguni Pandemonium hjá Sic. Sic hava frammanundan fingið sera jalig ummæli úr bæði Føroyum, Avstralia og Suðuramerika, men nú er Danmark eisini komið á listan, ið uttan iva bert fer at vaksa, sum frálíður.

Jungersen gevur Sic fýra av seks møguligum stjørnum. Hetta er sami dómur sum tungu meistararnir úr Dimmu Borgir fáa fyri sína nýggjastu útgávu ”In Sorte Diaboli” , og sum starvsfelagið hansara Henrik Hoeg gevur Slayer fyri teirra nýggju útgávu og ein stjørna meira enn Hoeg gevur Chris Cornell.

Steffen Jungersen skrivar, undir heitinum Døden fra Torshavn, at Tórshavn neyvan kann kallast rockhøvuðsstaðurin í heiminum, men at tungmálmur kann ikki haldast niðri. Hann sigur, at Sic minna hann um eina sera ónda útgávu av svenska bólkinum In Flames: ”stål møder stål og bliver siden pakket ind i bly i denne malstrøm af frådende raseri og dræberinstinkt. Guitarerne er stemt ned hinsides Helvede, og SiCs hamrer varen hjem, så det vil være tilrådeligt at bære boksemaske, når man sætter 'Pandemonium' på. Det er death metal, det er hardcore, det er thrash, og det er langt fra kønt. Imidlertid er vi nogle stykker, der kan lide den”, skrivar Jungesen.