Boð vóru í dag eftir vaktarskipinum Brimil, tá ein av útróðrarbátinum, ið royndu á Norðhavinum, fekk trupulleikar í morgun.
Tað var um seks tíðina í morgun, at MRCC-støðin fekk boð um, at útróðrarbáturin Rivtangi var uppsteðgaður, meðan hann var staddur til fiskiskap á Norðhavinum. MRCC-støðin sendi boð eftir Brimil og skjótt gekk at sleipa.
- Eingin vandi var á ferð og Brimil fór á staðið og sleipaði bátin aftur til Eiðis, har teir vóru um hálvgum tíggju tíðina, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.