Brekkubrøður í ólavsøkuhýri

Brekkubrothers høvdu ólavsøkudag eina brakandi framløgukonsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni

Brekkubrothers hava innspælt 9 løg og eru hesi tøk á netinum til fría nytslu á www.brekkubrothers.com
Teir hava skrivað 2 løg í part og síðsta lagið er ein skemtilig innspæling av Stórhvalagildinum í vælswingandi samba- og/ella bossanovarútmum.
Hetta lag verður lagt á netið seinni, tí lagið er upprunaliga norskt  eftir navnframa Thorbjørn Egner - og enn eru ikki øll loyvi fingin í rættlag.
Konsertin íólavsøkudag var ein brakandi succes og rættiliga góður hýrur var á tónleikarum og teimum mongu, ið høvdu leitað sær á framløgukonsertina hjá manningini í Brekkubrothers, ið eru Hans Petur og Trygvi í Brekkunum, Magnus Johannesen og Bjarki Meitil. Brekkubrothers hava spælt eitt sindur í summar og ætla at meira skal verða at hoyra til teirra í framtíðini.