Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik sigst vera til reiðar at samstarva við sálarfrøðingarnar, sum skulu kanna hann í fongslinum. Kanningin byrjar ætlandi seinni í vikuni og er mett at taka einar fýra vikur.
Breivik hevur kravt, at allar samrøðurnar millum hann og sálarlæknarnar verða tiknar upp. Hann hevur kært seg um, at sálarfrøðingarnir, sum kannaðu hann fyrru ferð, hava lagt honum orð í munnin.
-Tað er sera avgerandi, at hann játtar at samstarva, tí tað ger tað munandi lættari at loysa hetta trupla málið, sigur rættar- og fongsulssálarfrøðingurin Pål Hartvig við blaðið Aftenposten.
Sjálvt rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik byrjar í Oslo tann 16. apríl.