Breiða semjan var heitið, tá ið Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin 31. janaur 2004 skrivaðu undir samgonguskjal. Nú í mesta lagi eitt hálvt ár er til annað løgtingsvalið síðani, er veruleikin, at er tað nakað, sum hevur eyðkent hesi árini, so er tað, at tað ber illa til at finna semjur og als ikki breiðar semjur.
Fólkaflokkurin tók seg úr samgonguni, og minnilutasamgongan hevur síðani boðað frá breiðum prinsipiellum semjum við Tjóðveldi, Framsókn og kanska eisini aðrar, men nú er púrasta skrædnað, tí kropp á kroppi boða samgongufólk frá, at tey taka ikki undir við nøkrum, sum oddvitarnir hava avrátt:
Tólv ára gamla stýrisskipanarlógaruppskotið er fyribils farið í ommu sína, kommunureformurin hongur í klønum tráði, og fiskivinnupolitikkurin hevur ivasama undirtøku í løgtinginum. Tá ið landsstýrismaðurin á Ólavsøku fer at leggja uppskot fyri tingið um fiskidagar, veit eingin, hvussu samtykta lógin fer at síggja út.
Tað er altso eingin breið semja. Heldur ikki um, hvussu tingið skal mannast. Tað var eindømi í øllum heiminum, tá ið valskipanin stutt undan valinum í 2008 varð broytt. Tepur meiriluti var – uttan fyrireikingararbeiði - fyri einum valdømi og avtøku av meiri enn 150 ára gamlari skipan. Nú fór tað at verða lættari at føra yvirornaðan landspolitikk – í breiðum semjum forstås.
Í hesum er tingið dumpað. Floksdisiplinin er burtur, og trongdin hjá tí einstaka at markera seg hevur ongantíð verið so stór, sum hon er nú. Møguleikin at uppala flokspolitikarar er harvið horvin.
Í hesi vikuni er her í blaðnum víst á, at fleiri av stóru kanónunum ikki stilla uppaftur, og at fleiri túsund atkvøður ganga leysar. Kring landið er torført at finna valevni.
Møguliga er meiriluti fyri at broyta valskipanina nú beinanvegin. At hugsa um breiða semju um tað er veruleikafjart, og tað hevði verið lítið virðuligt, um tingið undan hvørjum vali samtykti nýggja valskipan.
Ein nevnd av serkønum skuldi arbeiða við málinum. Hon arbeiðir í tí stilla, um hon arbeiðir, og vónandi kemur hon ikki við áliti undan valinum. Tingið eigur eftir Ólavsøku at heimila nevndini at arbeiða í eitt ár og so at koma við uppskoti, sum tað verður breið semja um, tá ið óhepnu avleiðingarnar av galdandi skipan eru staðfestar.
Breiða semjan eigur at vísa atlit til bæði eitt og fleiri valdømi. Í stjórnarskipanararbeiðnum varð í síni tíð víst á týska modellin, har veljarin eigur tvær atkvøður – eina at velja økisumboð við og eina at velja landsumboð við. Eydnast at fáa breiða semju um sovorðið uppskot, at flokkarnir stilla upp lokalt og á landslista, so hevði tað verið fyrsta stigið at rokkið breiðum semjum.
(sitat)
Tað ber illa til at finna semjur og als ikki breiðar semjur