BP ger enn eina roynd at tetta lekan

Tað eydnaðist í nátt BP at smoyggja eina serliga savningarhettu oman yvir oljulekan í Meksikoflógvanum, og felagið sigur, at gongst sum ætlað verður lekin tettur um nakrar fáar dagar. Men so skal alt ganga væl, sigur felagið.

Savningarhettan skal nú festast til rørskipanina niðri á botni, og tá tað er gjørt, kann felagið máta trýstið niðri í brunninum. Vísir tað seg, at trýstið veksur, er brunnurin eftir øllum at døma tættur, og so kann BP ætlandi boða frá, at oljulekin loksins er tettur, skrivar AP.

BP sigur, at seinnapartin hósdagin kann felagið væntandi siga, um tann seinasta royndin at tetta lekan fer at eydnast ella ikki.