TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Vilmund Jacobsen gjørdi á bátaradio á Rás2 fyri løtu síðani, har hann og borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen høvdu eitt áhugavert prát um bátastevnur, og annars alt tað virksemi, sum er í Sundalagnum.
Í ljóðbrotinum hoyrist eisini løtan, har Heðin á Kanal 8 bjóðaði hinum bátununum at verða vælkomnar til bátahugnan.
Vilmund er staddur umborð á snotuliga bátinum hjá Heðini, sum eitur Juvel.