Bogi atkvøður ímóti skattalækking í Havn

– Tað er alt ov drastiskt at lækka skattin 0,75 prosent nú.

 

Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, tá vit spyrja hann, hvussu hann fer at atkvøða á býráðsfundinum í kvøld, tá sitandi býráð skal taka støðu til uppskot frá Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokinum í fíggjarnevndini um at lækka skattaprosentið næsta ár við 0,75 prosentum.

 

– Vit ætla sjálvandi at lækka skattin, sigur Bogi Andreasen.

 

Hann hevur enn ikki tosað saman við síni samstarvsfólk, men hann skilir ikki reiðiliga, hvar pengarnir skulu koma frá. Tí sambært uppskotinum hjá sitandi meiriluta, so skal eisini meira játtast til eldraøkið og dagstovnaøkið.

 

– Eg fái hatta ikki at ganga upp, eg veit ikki hvar pengarnir skulu koma frá, so nei, eg fari ikki at atkvøða fyri at lækka skattin so nógv. Ætlanin hjá gomlu samgonguni var annars at lækka skattin 0,5 prosent, sigur hann.

 

Les eisini:Skattlætti og skynsamari fíggjarstýring

 

Men so pírin var Bogi Andreasen ikki áðrenn býráðsvalið í síðstu viku, tí tá mælti hann til munandi størri skattalætta. Tí tann 19. september skrivaði Bogi Andreasen soleiðis:

 

Eg haldi, at nú er stundin komin at veita okkara borgarum skattalætta – møguliga eini 2-4 prosent, sum høvdu munað væl í pengapunginum hjá tí einstaka. Samstundis skal eg skunda mær at siga, at skattalætti krevur eina skynsamari búskapar- og fíggarstýring, og eg skal vera fyrstur at ásanna, at fleiri mál í farandi valskeiði hava verið fíggjarliga ov illa handfarin.