Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar, ið spælir í bestu kasakisku fótbóltsdeildini vóru fyri tapi í øðrum umfarinum.
FC Kyzylzhar tapti á útivølli 0-1 fyri Ulytau, ið skoraði sigursmálið longu í trettanda minutti.
Kyzylzhar hevði bóltin meira og teir høvdu eisini fleiri royndir á málið enn mótstøðuliðið, men tað sást ikki aftur á máltalvuni.
Kyzylzhar hevur trý stig fyri tveir dystir.
Fríggjadagin klokkan 10 hevur Kyzylzhar dyst á heimavølli móti Ertis Pavlodar, ið hevur leikt javnt í tveimum teimum fyrstu dystunum.











