Eldur í olju-og gassøki í Abu Dhabi

Reuters veit at siga, at Shah-økið er eitt av teimum størstu av sínum slag í Sameindu Arabisku Emiratunum

Sambært myndugleikunum í Sameindu Arabisku Emiratunum er eldur í einum olju-og gassøki nærindis Abu Dhabi.

 

Orsøkin er eitt dronuálop.

 

Talan er um olju-og gassøkið Shah, sum liggur einar 180 kilometrar í ein útsynning úr Abu Dhabi.

 

Sambært myndugleikunum í landinum er einki frætt um, at nakar hevur latið lív í dronuálopinum.

 

Reuters veit at siga, at Shah-økið er eitt av teimum størstu av sínum slag í Sameindu Arabisku Emiratunum.