Trump luftar tankar um at taka Kuba

Trump sigur í Hvítu Húsunum, at hann heldur, at hann fær "heiðurin at taka Kuba", men útgreinar ikki nærri.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur, at hann fær heiðurin at taka Kuba.

Sambært tíðindastovuni AFP segði hann tað við tíðindafólk í Hvítu Húsunum.

– Eg trúgvi, at eg fari at hava tann heiður at taka ("taka", red.) Kuba.

– Um eg frígeri tað, taki tað - eg trúgvi, at eg kann gera, sum eg vil við landið. Vilt tú vita sannleikan? Tað er ein sera veik tjóð beint nú, sigur Trump.

Tað er ikki greitt, júst hvat forsetin meinar við útsøgnini.

Trump hevur áður sagt, at hann fegin vil síggja eina stjórnarskifti á Kuba.

Eftir at amerikanski herurin í ársbyrjan tók venezuelanska forsetan, Nicolas Maduro, til fanga, hevur Trump sett stongsil í verk móti venezuelansku oljuveitingunum til Kuba.

Hann hevur eisini hótt við at seta toll á vørur úr londum, sum selja olju til Kuba.

Oljustongsulin hevur gjørt, at milliónir av kubanum eru uttan streym, og streymslit vara upp til 20 tímar um dagin.

Tað ljóðaði leygardalin frá Kuba, at landið var farið undir samráðingar við USA í vónini um at lætta um orkukreppuna.

Trump hevur seinastu vikurnar sagt, at Kuba er á veg til samanbrot, og at Kuba fegið vil gera eina avtalu við USA.

 

/Ritzau/