Sambært andstøðuni fer Bjarni Djurholm lætt um sannleikan í sambandi við viðgerðina av løgmansrøðuni.
Kristina Háfoss og Aksel Johannessen vilja vera við, at Bjarni Djurholm sigur ósatt, tá hann í røðu síni sigur, at avgerðin um forskatting av pensiónum varð tikin eftir tilmæli frá donsku vísmannanevndini, og at hon ikki ávirkar føroyska vælferðarsamfelagið.
Kristina Háfoss legði dent á, at ein lektari á Fróðskaparsetri Føroya ávarðaði í móti forskatting av pensiónum
Til hetta svaraði Bjarni Djurholm millum annað, at lektarin av fróðskaparsetrinum umboðaði ein danskan áhugafelaggskap, og at tað tí ikki kundi takast fyri fult sum hann segði.
Viðvíkjandi niðurstøðuni í donsku vísmannanevndini vísti Aksel Johannesen á, at tað í tilmælinum hjá donsku vísmonnunum stendur, at tað er umráðandi, at peningurin frá forskatting av pensiónum ikki verður nýttur til at geva eitt nú skattalætta, og at henda niðurstøða tískil ikki kann brúkast til førda politikkin hjá samgonguni.