Bjørk til Bosnia-Herzegovina

Góða avrikið hjá Bjørk Herup Olsen á 3.000 metrum í DM-kappingini um vikuskiftið hevur nú givið henni nýggjar avbjóðingar. Eftir kappingina varð hon nevnliga boðin at koma á liðið hjá Helsingør Atletik, sum tann 19. September skal kappast í Bosnia-Herzegovina. Bjørk hevur tikið av hesum, og skal hon renna bæði 800 og 3.000 metrar í kappingini.