Tá vit fara til handils at keypa eitt nýtt plagg, gera vit ymiskt ótilvitað fyri at avgera, um plaggið skal keypast. Vit hyggja eftir plagginum, merkja hvussu klæðini kennast á húðini, hvussu tey anga, og hvørja kenslu klæðini geva okkum. Júst av hesi orsøk samstarva stórt sæð allir sniðgevar í heiminum við tekstilsniðgevar, sum kunnu hjálpa teimum við at gera eina vøru, soleiðis at kundin velur at keypa teirra vøru fram um aðrar líknandi vørur.
– Sum tekstilsniðgevi er tað mítt arbeiðið at finna útav, hvussu ávís tógvsløg, bindingarhættir og mynstur kunnu brúkast og setast saman, sigur 35 ára gamla Randi, sum bindur lítlar prøvar, sum sniðgevar so kunnu velja at brúka til teirra klædnapløgg.
– Allir teir kendu sniðgevarnir í heiminum so sum Karl Lagerfeld, Valentino og Yves Saint Laurent keypa klædnatilfar á messum, sum tekstilsniðgevar hava bundið. Sjálv havi eg selt nógv klædnatilfar í Japan, men eg fái ongantíð at vita, hvør keyparin er, og hvussu mítt tilfar verður brúkt.
Meir enn tógv og stokkar
Áhugan fyri at binda og arbeiða við ymiskum klædnatilfari hevði Randi longu sum smágenta.
– Fyrstu ferð eg fekk stokkar í hondina, var eg fimm ára gomul. Tá skuldi eg binda eitt turriklæði til eina bamsu, men minnist meg rætt bleiv eg ongantíð liðug við ta verkætlanina, sigur Randi og flennir. Hóast bamsuturriklæðið ikki beinleiðis bleiv ein success, helt Randi áfram við at binda. Sum 10 ára gomul øktist áhugin, og hon brúkti alsamt meira tíð upp á at finna fram ymiskar litir, brúka ymisk sløg av tráði og gera egin mynstur.
– Fyri meg er binding meir enn bara tógv og stokkar. Hugsar tú kreativt eru møguleikarnir óteljandi, og hesum fann eg skjótt útav, sigur Randi og heldur fram við at greiða frá:
– Sum barn vildi eg altíð fortelja nakað, og millum annað tí skrivaði eg rættiliga nógv. Skjótt fann eg útav, at eg eisini kundi úttrykkja meg gjøgnum tað, sum eg bant. Tað nýttist ikki altíð at vera eitt plagg, sum tú kundi lata teg í, men eisini bara eitt petti av klædnatilfari sum so onkursvegna kundi geva mær eina serliga kenslu ella geva mær ávísar tankar, sigur Randi. Sum tekstilsniðgevi brúkar hon nógva tíð upp á at brúka hugflogið, soleiðis at hon nýtir ymsar træðrir, roynir nýggj sløg av tógvi og ger annarleiðis samansetingar, enn tað, vit eru von við.
– Eg bindi fyri at fáa ein stemning í okkurt bundið. Tá ein sniðgevi kemur til mín og greiðir frá síni hugsa um eitt nýtt plagg, er tað mín uppgáva millum annað at finna útav, við hvørjum tógvi og hvørjum bindingarhátti sniðgevin best møguligt kann úttrykkja tað, viðkomandi ynskir.
Ávís pløgg selja altíð
Sum tekstilsniðgevi er ein partur av arbeiðinum at kunna seg um, hvat klædnatilfar selur, hvørji mynstur eru inn, og um tað loysir seg fyri sniðgevan at seta eitt ávíst plagg í produktión. Sambært Randi er tað ávíst tilfar, sum blívur við at vera vælumtókt millum fólk.
– Nakað sum altíð selir eru klæðir úr ull, bummull og viskosu. Orsøkin er tann, at hetta eru klæðir, sum anda, og sum meir ella minni øll fólk halda eru behagilig at vera í, sigur Randi og leggur afturat, at tað eisini er klædnatilfar, sum altíð hevur verið torført hjá sniðgevum at selja.
– Klæðir úr polyester og nylon kennast ikki líka væl móti húðini sum eitt nú bummull, og ofta eru tað hesi, sum keyparin velur frá. Hinvegin er hetta tilfarið bílígt bæði fyri seljaran og keyparan, og tí er tað framvegis at síggja innan sniðgeving, greiðir Randi frá.
Eitt mynstur sum hevur verið at sæð innan klædnamóta í fleiri áratíggju er djóramynstur, og sambært Randi er tað eisini nakað, sum altíð selir.
– Djóramynstur á klæðum hevur við jøvnum millumbilum verið at sæð í mótamyndini í nógv ár. Hóast tað eru tíðarskeið, har tað ikki er so modernað, so er hetta slagið av prenti nakað, sum onkursvegna ongantíð fer heilt av móta. Eg haldi, tað er tí, at djóramynstur er nattúrligt, livandi og ikki so grafiskt, sum nógv annað av tí, ið er at síggja á klæðunum í dag, sigur Randi.
Kann arbeiða hjá Nasa
At vera tekstilsniðgevi er ikki tað sama sum ein vanligur sniðgevi, ið skapar klæðir til fólk. Útbúgvingin hjá Randi sum tekstilsniðgevi gevur henni nógvar aðrar møguleikar umframt at kunna finna rætta tógvið til rætta plaggið. Tað fekk hon eisini at vita fyri fimm árum síðani, tá hon byrjaði á Designskolen Kolding í Danmark.
– Fyrsta skúladag fingu vit at vita, at vit eftir lokna útbúgving kundu søkja um starv ymsastaðni, líka frá rúmdarfyrisitingini Nasa til vælkenda Jysk Sengetøjslager. Tað vísir eisini rættiliga væl, hvussu breið henda útbúgvingin er, sigur Randi.
– Sum tekstilsniðgevi havi eg eisini fingist við interiør, tað vil siga ymisk klædnatilfar, sum vit hava inni í húsum. Pútur, teppir, bjálving og gardinur skulu hava eina ávísa útsjónd og samstundis hava eina ávísa funktión, og tað er uppgávan hjá tekstilsniðgevanum at fáa hesi tingini at ganga upp í eina hægri eind, sigur Randi, sum valdi binding sum sergrein á skúlanum í Kolding.
Eftir at hava búð uttanlands í nógv ár flutti Randi í summar heim til Føroya og starvast sum designassistentur hjá fyritøkuni Guðrun&Guðrun. Uppgávan hjá Randi er at brúka hugflogið, gera nýggjar samansetingar og at koma við nýggjum uppskotum, tá tað, sum ein sniðgevi ynskir at skapa, ikki kann lata seg ger,a av tí at tráðurin er ov tunnur, tógvið ov tjúkt og so framvegis. Eitt starv hon trívist avbera væl í, hóast tað til tíðir kann vera torført at greiða fólki frá, júst hvønn leiklut hon sum tekstilsniðgevi hevur innan sniðgeving.
– Tú kanst siga, at eg eri persónurin, sum ger ljóðførið, men tað er onkur annar, sum spælir upp á tað, sigur Randi.