Ein kvinna er deyð, eftir at ein bilur koyrdi í eina mannamúgvu í Stuttgart í Týsklandi í gjár.
Tað upplýsir løgreglan, skrivar týska tíðindastovan dpa.
Offrið er ein 46 ára gomul kvinna, sum fekk skaða undir hendingini.
Fyrr í gjár boðaði lokala løgreglan í Stuttgart í tíðindaskrivi frá, at átta fólk hava fingið skaða.
Trý av teimum særdu fólkunum vóru álvarsliga særd, varð sagt.
Harumframt skuldi ein persónur endurlívgast á staðnum.
Á sosiala miðlinum X hevur løgreglan sagt, at einki bendir á, at talan var um eitt "álop" ella eina "ætlaða gerð".
Í staðin verður hendingin mett sum ein "syrgilig ferðsluvanlukka."
Ein 42 ára gamal maður er handtikin, stendur í fráboðanini.
Sambært dpa boðar ein talsmaður hjá løgregluni frá, at hann nú er avhoyrdur.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við tíðindastovuna AFP, at "umleið klokkan 17:50 koyrdi ein svartur G-klass Mercedes inn í ein hóp av fólki."
Løgreglan hevur áður mælt fólki til at halda seg burtur frá miðbýnum í Stuttgart, og legði afturat, at álvarslig ferðsluórógv vóru.
Tað var umleið klokkan 18:45, at lokala sløkkiliðið á X boðaði frá, at ein "álvarslig ferðsluvanlukka" var farin fram við fleiri skaðum. Tá var ikki greitt, um hetta var ein tilætlað gerð.
/Ritzau/