Tá ið 2021 fótbóltsárið var lokið, og víkingarnir stóðu við bronsukrónum, var tað greitt, at ein av spælarunum ikki fór at vera við í fyrireikingunum til næsta kappingarár.
Vongverjin í vinstru, Bergur Gregersen hevði boðað frá, at hann fór niður í útbúgvinarørindum, og at hann tískil ikki fór at halda fram at spæla.
Í kvøld skrivar Víkingur soleiðis:
Bergur Gregersen hevur skrivað sáttmála við Víking árið út.
27 ára gamli Norðragøtumaðurin flutti av landinum aftaná seinasta kappingarär, men er nú heima aftur, og tí er tað við gleði at vit kunnu kunngera, at Bergur er aftur í ljósabláu troyggjuni.
Vinstrabeinti leikarin hevur leikt 65 dystir fyri Víking í Betri deildini, so talan er um ein leikara við royndum, sum nú verður lagdur afturat hópinum.