Mánadagin 1. oktober fylti lærarin og sangarin Berghild Poulsen seksti ár.
Henni vil eg fegin bera eina føðingardagsheilsan.
Begga, sum vit øll nevna hana, er úr góðum bergi brotin norðan av Eiði. Pápin Ásmundur Poulsen, kendur sum frálíkur myndatakari, dámdi væl at syngja, hann hevði eisini sera gott mál, og mammuna Esther lærdi eg fyri meira enn seksti árum síðan at kenna í sangarumhvørvi - í sangkórinum Frøi, sum pápi mín Hjalmar Hátún stjórnaði. Góð minnir hava vit frá teirri tíð, eitt nú tá vit á útferð á Eiði eina sólskinsløtu í túninum har sungu saman við eiðiskórinum, meðan pápi mín og eiðislærarin Jóhan Kallsoy skiftust um at skipa fyri.
Ár eru eisini liðin, síðan tað á fyrsta sinni sangliga bar saman millum okkum bæði Beggu. Men sum tað so mangan hevur verið kastað mær fyri, so var tann okkara fyrsti fundur ikki so væleydnaður: Til upptøkuroynd í Havnarkórið skal hon hava verið afturvíst. “Vit hava ikki brúk fyri fleiri sopranum”, skulu orðini hava verið. Sjálvur kann eg bara siga, at tá kann hon ikki hava latið munnin upp, tí sangargávurnar hava altíð lýst og ljómað av henni.
Heppin vóru vit tí, at Begga legði til á øðrum sinni, tí markantari sangara hava vit ikki havt í kórinum. Ikki bert hevur hon verið berandi í sopranbólkinum saman við so mongum øðrum frálíkum sangarum; men meira enn nakar hevur hon verið álitið til serstakar, krevjandi uppgávur.
Vit í Havnarkórinum kunnu tó ikki bera kannuna av Beggu sum okkara burturav, heldur hevur hon sett dám á í so mongum øðrum kór- og tónlistarsamanhangi, sum systir hennara Kinna nevndi við navni í blaðheilsan undan føðingardegnum. Hennara sangúrvalsspektrum fevnir eisini sera víða: frá barokkarium í tónaverkum eftir Bach og Händel, um tað wienerklassiska hjá Haydn og Mozart, inn í romantikkin við Brahms og Schubert, fram í 20. øld við Carl Orff, og tá talan er um okkara samtíð er serliga at nevna hennara góða samarbeiði við heimligu tónaskøldini Kára Bæk, Paula í Sandagerði og Sunleif Rasmussen.
Í fororðum á húsanum um fløguna “Harmur og gleði” lýsir Dánjal Hoydal Beggu sum kanska ein dramatiskan sopran. Jú, sum persónsmenska kann Begga tykjast dramatisk. Er hon ikki í góðum skørum, ella er tað okkurt, sum henni ikki hóvar, kann hon hvessa frá sær, so at veikar sálir kvøkka við. Men aftan fyri tann løtuliga rísna hamin vita vit, at góðlyndi býr, har skellilátur í næstu løtu loysir uppaftur mangt, sum bráðar kenslur kunnu hava elvt til. Og tað eru júst sterkar kenslur saman við framúr góðum tónlistargávum og kvalitetssansi, sum hava eyðkent Beggusa framførslur - helst innan tað wienerklassiska og tað romantiska.
Tað fall ikki Beggu í lut á ungum árum at koma sær út í heim til professionella tónlistarútbúgving. Men so væl hevur hon megnað at taka til sín og fáa burturúr, tá úrmæltir sanglærarar sum serliga pollendingurin André Orlowitz og íslendska Ólöf Kollbrún Harðardóttir hava vitjað hendanvegin, at hon í stórverkum hevur staðið seg væl millum tey professionellu. Í seinasta enda er tað jú íborna sangarasálin, sum, tá nevndu fortreytir eru til staðar, ber upp til tað sublima. Hetta hava vit mangan sannað við Beggu, men kanska serliga tá vit á sinni framførdu “Ein deutsches Requiem” eftir Johs. Brahms. Tann kensluborna og fulltónandi soloframførslan hjá Beggu situr okkum enn sum ein serstøk løta millum mangar í minni.
Á konsertini hjá Havnarkórinum í Samuelskirken í Keypmannahavn nú her í august, legði Begga aftur rødd til hæddarpunktið, tá hon sang Laudate Domine eftir W.A. Mozart.
Ynski tær, Begga, enn rík ár í einari musiskar tilveru.
----
Ólavur Hátún