Bellamy Brothers eru í Føroyum

Kendu country brøðurnir The Bellamy Brother eru komnir til Føroyar og fara í kvøld á pall á Tvøroyri og í morgin í Havn.

Tónleikur



Country brøðurnir David og Howard Bellamy, eisini kendir sum Bellamy Brothers komu ígjár kvøldið til landið, nakað seinkað lendi flogfarið úr Billund, við m.ø. kendu tónleikarunum í Vágum. Hóast flogfarið var nakað seinkað, so lendu teir í góðari tíð, og at sleppa til Suðuroy í dag.

Bellamy Brothers spæla á Tvøroyri í kvøld og í Høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið. Bellamy Brothers hava síðan sjeyti árini ferðast kring heimin, í 1996 vitjaðu teir í Føroyum, har júst Høllin á Hálsi var karmur um konsertina. Henda konsert var bæði væl vitjað og væl eydnað. Á konsertunum í hesum umfarinum, verður tað Føroya helst fremsta country-navn, Magni Christiansen, sum skal fáa áhoyrararnar í rætta lagi.

- Fyri atgongumerkið fáa tey vitjandi konsert við Magna Christiansen, Bellamy Brothers og so country-dans aftaná. Í Havn verður tað Country-bólkurin, sum fer at standa fyri dansitónunum, og á Tvøroyari verður tað Driv, sum hevur fingið ta uppgávuna litið í hendi, sigur Eyðun Samuelsen, fyriskipari.