Barnaleikurin Óðins Eyga var so væl dámdur á G! Festivalinum, at ein eykasýning mátti kroystast inn í Fjósinum leygardagin.
Í víkingaleikinum hitta áskoðararnir eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Leikurin vendur sær fyrst og fremst til børn í aldrinum 6-12 ár.
Á G! náddu fleiri hundrað børn at uppliva leikin, men á ólavsøku kunnu uppaftur fleiri børn sleppa til leikin. Hann verður nevniliga sýndur á Tjóðpallinum.
Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.
Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av “Óðins Eyga”
Tað er søgugranskarin Dallas De-Fée, ið hevur skrivað leikin og ungi rithøvundurin Trygvi Danielsen, ið fekk Mentanarheiðursløn landsins til ungt listafólk, hevur umsett til føroyskt.