Barcelona blásti Roma av vøllinum

Talan var um einvegis ferðslu, tá Barcelona í kvøld vann knúsandi stórsigur á AS Roma

 

Lionel Messi var í kvøld aftur millum teir fyrstu ellivu hjá Barcelona, tá teir á heimavølli spældu ímóti AS Roma. Undan dystinum vóru røddir frammi, at góða spælið hjá Barcelona seinastu dystirnar, har serliga Neymar og Luis Suarez hava blomstra, kundi fara at broyta seg, nú Lionel Messi kom aftur á liðið.

 

Men tær røddirnar fóru so dyggiliga skeivar. Frá fyrsta brískli var talan um uppvísing frá FC Barcelona. Spælið var sannførandi og teir skaptu eina rúgvu av málmøguleikum. Tí var tað eisini fult uppiborið, at Barcelona í hálvleikinum var á odda 3-0.

Í seinna hálvleiki helt Barcelona á fram við at trýsta, og leingi sóu út til at vinna ein 6-0 sigur. Tað eydnaðist tó AS Roma at minka um munin í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat.

 

Hjá Barcelona skutu Lionel Messi og Luis Suarez í kvøld tvey mál í part, meðan Gerard Pique og Adriano skutu hini bæði málini. Málið hjá Roma skeyt fyrrverandi Manchester City áleyparin, Edin Dzeko.

 

Sum heild var talan um eitt málríkt Champions League kvøld. Ikki færri enn 26 mál vóru skotin í teimum átta dystunum.

 

Ensku liðini, Arsenal og Chelsea, vunnu bæði sannførandi sigrar í sínum dystum. Arsenal vann á heimavølli 3-0 móti Dinamo Zagreb, meðan Chelsea á útivølli vann 4-0 móti Maccabi Tel Aviv.

Í bólkinum hjá Arsenal vann Bayern Munchen samstundis eisini sannførandi 4-0 sigur móti Olympiakos, sum inniber, at Arsenal í seinasta umfarinum skal spæla avgerandi dyst á útivølli móti Olympiakos, um hvat av liðunum fer at spæla seg beinleiðis víðari úr bólkaspælinum.

 

 

Úrslitini í Champions League í kvøld:

 

Bólkur E:

Bate Borisov – Bayer Leverkusen 1-1

Barcelona – AS Roma 6-1

 

Bólkur F:

Arsenal – Dinamo Zagreb 3-0

Bayern Munchen – Olympiakos 4-0

 

Bólkur G:

FC Porto – Dinamo Kiev 0-2

Maccabi Tel Aviv – Chelsea 0-4

 

Bólkur H:

Zenit Skt. Pætursborg – Valencia 2-0

Lyon – Gent 1-1

 

 

Stigatalvurnar í bólkunum eftir 5 umfør:

 

Bólkur E:

1.     Barcelona 13 stig

2.     Roma 5 stig

3.     Bayer Leverkusen 5 stig

4.     Bate Borisov 4 stig

 

Bólkur F:

1.     Bayern Munchen 12 stig

2.     Olympiakos 9 stig

3.     Arsenal 6 stig

4.     Dinamo Zagreb 3 stig

 

Bólkur G:

1.     Chelsea 10 stig

2.     FC Porto 10 stig

3.     Dinamo Kiev 8 stig

4.     Maccabi Tel Aviv 0 stig

 

Bólkur H:

1.     Zenit Skt. Pætursborg 15 stig

2.     Gent 7 stig

3.     Valencia 6 stig

4.     Lyon 1 stig