Á ársaðalfundinum hjá BankNordik fekk bankin heimild til at fara undir eina skipaða tilgongd við at keypa aftur egin partabrøv.
Orsøkin til, at bankin nú ynskir at keypa egin partabrøv aftur, er fyri at tillaga kapitalgrundarlagið, soleiðis at tað betur endurspeglar kapitalmál bankans.
Restina av árinum fer BankNordik tí at keypa partabrøv fyri 33 milliónir krónur. ES-reglur krevja, at tað skal vera ein uttanveltaður fíggjarligur ráðgevi, sum tekur handilsavgerðirnar og útinnir afturkeypið. Bankin hevur tí sett ABG Sundal Collier at standa fyri keypinum.