Umhvørvisstovan ávarar nú ímóti einum avísum slagi av deodorant, sum er selt í Føroyum Tað er deodorant av merkinum, Neutral Roll-on deodorant, 50 ml, sum er afturkallað. Tað, sum er afturkallað, eru fýra partí, batch nr. 4148, 4162, 4169 og 4182. Tølini standa á lokinum á ílatinum. Nakað av hesi vøruni er innflutt til Føroya, helst seinast í august 2014.
Orsøkin er, at illgruni er um, at sjúkuelvandi bakteriur av slagnum, Burkholderia, kann vera í vøruni. Fólk við veikari immunverju, kunnu gerast sjúk, sigur Umhvørvisstovan.
- Tey, ið hava brúkt vøru við hesum batch numrum, og føla seg sjúk, uttan at vita, hvørjum tey eru sjúk av, verða biðin um at fara til lækna, og hava hesa fráboðan við sær.
Tey, ið halda seg hava fingið hesa vøruna, verða biðin um ikki at brúka hana. Men heldur enn at tveita hana burtur, skulu tey lata hana afturtil handilin, haðani hon varð keypt, ella senda hana til framleiðaran.
|