B68 liðskiparin slitið krossbandið

Liðskiparin hjá B68 verður helst ikki at síggja á vøllinum aftur í ár. Jóhan Petur Poulsen hevði undan dystinum í gjár móti B36 spælt hvønn tann einasta minutt í ársins landskapping.

 

25-ára gamli Jóhan Petur hevur fyri tað mesta spælt á høgra bakki í ár og hevur verið ein av teimum týdningarmiklastu leikarunum hjá felagnum.

 

Jóhan Petur var bara 16 ára gamal, tá hann fyri fyrstu ferð í 2003 var at síggja á besta liðnum hjá B68. Tá B68 flutti niður í 2006, fór Jóhan Petur niður til Danmarkar, men hann var við aftur í 2008, tá B68 var aftur at síggja í bestu deildini. Tá var hann so mikið óheppin, at bróta beinið longu í fyrsta dystinum. Tá hann tveir mánaðir seinni kom fyri seg aftur, leikti hann bara tríggjar dystir, áðrenn hann aftur breyt seg sundur. Tað gekk síðani eitt heilt ár, til hann var við aftur aftaná summarsteðgin í 2009, og síðani tá hevur hann leikt mest sum hvønn tann einasta dyst. Í ár hevur hann so eisini verið liðskipari hjá B68 í Vodafonedeildini, skrivar heimasíðan hjá B68.

 

B68 fær mikukvøldið vitjan av B71, sum hevur fingið vind í seglini seinastu tveir dystirnar.