Bátur var um at søkka - øll vórðu bjargað

Tey kláraðu ikki at halda bátinum lens, men Brimil kom teimum til hálpar

 

Um tíggju tíðina fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna um, at ein bátur, sum var farin útferð við fólki, var farin at leka illa, og vandi var fyri, at hann fór at søkka.

Talan var um ein glastrevjabát upp á 30 føtur og hann var staddur undir Kallsoyarlandinum norðaliga í Djúpunum.

Sjey fólk vóru umborð á bátinum og tey royndu at oysa við spannum og øðrum, sum var til taks. Somuleiðis hevði báturin tvær elektriskar pumpur, og hondpumpu, men trupult var at helda bátin lens, og vandi var fyri at báturin fór at søkka, sigur MRCC.

Báturin sigldi sjálvur til annan bát, sum var staddur beint við. Løgreglan gav MRCC boðini og Brimil, sum var 4,5 fjórðingar burtur, varð sendur á staðið og tað var ikki ein hálvur tími, so var Brimil komin til bátin.

MRCC sigur, at tann neyðstaddi báturin hevði ein gummibát til átta fólk og hann varð settur á sjógv, og seks av fólkunum fóru í hann. Hinvegin var eigarin sjálvur verandi umborð á bátinum. Øll fólkini vóru eisini í bjargingarvestum.

Tá ið Brimil var komin á staðið, setti hann arbeiðsbátin á sjógv við pumpum og útgerð at tetta lekan við.

Tey seks fólkini, sum vóru í gummibátinum vóru flutt umborð á Brimil, og eftir umstøðunum høvdu tey tað gott, sigur MRCC.

Tey, sum vóru við bátinum sigia, at tá ið hann fór at leka, hoyrdu tey ein hvøllan brest, so helst hevur báturin borið við okkurt, sum fleyt í sjónum.

Tað eydnaðist at tetta lekan, so Brimil fekk tikið hann upp á sleip og fekk hann til Klaksvíkar, har hann varð tikin upp.