Børn og ung verjast móti lýsingum í skúlum og dagstovnum

LÝSINGAR: Framyvir eiga foreldur at geva sítt samtykki til, at børn teirra í skúlum og dagstovnum luttaka í virksemi og undirvísing, ið verður bjóðað av vinnurekandi

Í einari vegleiðing frá Brúkaraumboðnum, sum verður sett í gildi 1. juli 2010, verða ásettar reglur fyri marknaðarføring mótvegis børnum og ungum.
Í hesum reglum verður millum annað ásett, at foreldur eiga at verða kunnað, áðrenn fyritøkur sleppa inn á skúlar og dagstovnar við lýsingartilfarið til børnini.
Hetta málið gjørdist aktuelt fyri nøkrum mánaðum síðani, tá Dimmalætting skrivaði um, at Eik-Banki varð sloppin inn í Hoyvíkar Skúla við kunning um ymsar bankatænastur til ómyndingar.
Tá kom Brúkaraumboðið inn í málið, og í samráð við Mentamálaráðið, sendi stovnurin eina vegleiðing til hoyringar hjá skúlaleiðslunum kring landið.

Skulu vísa atlit
Í vegleiðingini, sum nú verður sett í gildi, verður týðuliga ásett, at fyritøkur skulu vísa atlit, tá tær marknaðarføra mótvegis børnum og ungum, tí børn og ung eru løtt at ávirka og vanta royndir og evni til at meta um ymisk viðurskifti. Ung og serliga minni børn megna ikki ella hava trupulleikar við at gjøgnumskoða og meta um kunning.
Í vegleiðingini sigur Brúkaraumboðið, at marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnanýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð. Tað framgongur eisini í ásetingini, at marknaðarføring, ið vendir sær til henda bólk, ikki á ósømiligan hátt má brúka harðskap, ótta ella pátrúgv sum ávirkanaramboð.


Hjálp til fyritøkurnar
Sambært Brúkarastovninum er vegleiðingin fyrst av øllum ætlað sum hjálp til fyritøkur, reklamuvirki, sakførarar og aðrar ráðgevar. Í síðsta enda vera tað tó kortini dómstólarnir, ið staðfesta, um ásetingar í marknaðarføringslógini eru brotnar, og um nakað revsivert er farið fram.
- Tá ein fyritøka hevur børn og ung sum málbólk, má hon taka atlit til henda bólk av ungum brúkarum/kundum, og átaka sær sína etisku ábyrgd. Í lógini er lagt upp til, at fyritøkurnar eru tilvitaðar um hesa ábyrgd, ið við fyrimuni kann handfarast umvegis egnar etiskar reglugerðir, sigur Brúkaraumboðið.

Lýsingar í barnaverðini
Eitt serligt mál, sum mangan verður tikið fram, tá umræður lýsingar og marknaðarføring mótvegis børnum og ungum, er spurningurin um, hvørt tað skal verða loyvt fyritøkum at fara inn í skúlar og dagstovnar við tilfari, kunning, gávulutum og undirvísingartilfari.
Tað hevur verið ført fram, at foreldur senda børnini í skúla og á stovn, og ikki út í almenna rúmið, og tí skulu tey verða vard móti lýsingarherferðum har.
Í vegleiðingini frá Brúkaraumboðnum er ein partur um skúlasponsorering og marknaðarføring í skúlum og dagstovnum fyri børn og ung.
Brúkaraumboðið greiðir frá, at skúlasponsorering er ein serligur formur fyri marknaðarføring, har eitt nú fyritøkur og vinnufeløg til dømis bjóða skúlum ókeypis undirvísingartilfar, tað kann vera bøkur og annað skrivligt tilfar ella KT- og miðlatøkni, og undirvísing. Á sama hátt fáa dagstovnar bjóðað tilfar, leikur, tónleikafløgur, filmsfløgur og annað. Dagstovnar gera eisini avtalur við fyritøkur í sambandi við vørumenning.

Freistandi at lata seg lokka
Sagt verður, at tað er freistandi fyri skúlar og stovnar at taka ímóti tilboðunum, um búskapurin er trongur, og hjá skúlunum eisini tí lærararnir/námsfrøðingarnir ikki altíð eydnast at finna tíðarhóskandi undirvísingartilfar við meira.
- Undirvísingartilfar, leikur við meira kann vera við til at skapa samhuga fyri fyritøkuni og vørum hennara hjá lærarum, námsfrøðingum, foreldrum og næmingum. Fyri til dømis fólkaskúlarnar er galdandi, at tað eru skúlastýrini, ið hava ábyrgdina av undirvísingartilfarinum, herundir tað tilfar, ið verður bjóðað av fyritøkum og felagsskapum. Á stovnum er tað foreldraráðini, ið fastseta meginreglurnar fyri námsfrøðiliga fyritaksseminum.

Mugu orða ein politik
Brúkaraumboðið sigur, at skúlastýrini og stovnaleiðslurnar eiga at vera varug við ta beinleiðis – ella fjaldu – lýsingaávirkanina, ið liggur í eini sponsoravtalu ella í eini avtalu um vørumenning. Tað er tí ynskiligt, at tey orða ein politikk viðvíkjandi sponsorering og annað samstarv við fyritøkur, har støða verður tikin til í hvussu stóran mun ynskiligt er at nýta sponsorering og/ella gera aðrar samstarvsavtalur við fyritøkur, hvat er námsfrøðiliga ráðiligt, og um hvussu foreldrini kunnu takast við í hesar avgerðir.

Foreldrini kunnast
Sum áður nevnt, hava atfinningar verið frammi um, at foreldrini vita ikki av tí, fyrr enn ein fyritøka longu hevur verið inni í skúlastovuni ella á dagstovninum við lýsingartilfari.
Tí mælir Brúkaraumboðsstovnurin til, at foreldrini verða kunnað um politikkin, ið skúlin/stovnurin setir, og um hvørjar avtalur av hesum slag eru gjørdar. Upp á fyrispurning frá foreldrum eigur skúlin/stovnurin at upplýsa hvørji vinnurekandi tey hava gjørt avtalu við. Upplýsast skal eisini um, at samstarvið ikki bindur foreldur ella børn, og at talan er um marknaðarføring.

Lýsingar bannaðar í undirvísingartilfari
Lýsingar, herundir navngivnar vørur, búmerki, vørumerki og líknandi, mugu ikki finnast í undirvísingarbókum og øðrum undirvísingartilfari. Hetta er eisini galdandi hóast tann vinnurekandi ikki stendur aftanfyri. Ung kunnu ótilvitað verða ávirkað av, hvørji nøvn og vørur, tey fáa kunnleika til á henda hátt, og tí eigur undirvísingartilfar ikki einvíst at fokusera á ella vísa ávísar navngivnar vørur, búmerki og vørumerki og líknandi.
Skal vøran vera við í lærubókunum og øðrum undirvísingartilfari, kann hetta verða gjørt við at vøran verður nevnd og víst við vanligum generellum merkingum.
Lýsingar, herundir navngivnar vørur, búmerki og vørumerki kunnu tó vera við í undirvísingartilfarinum, tá talan er um miðlafrálæru og líknandi, har t.d. greining av lýsing er partur av undirvísingini.

Skúlin er privat øki
Skúlar og dagstovnar eru privat øki, har marknaðarføring í útgangsstøði ikki kann fara fram. Lýsing á skúlum og dagsstovnum kann bert fara fram, tá leiðslan fyri skúlan/stovnin hevur givið loyvi til tess. Tað er skúlin, í samstarvi við foreldrini, ið hevur ábyrgdina av, hvørja lýsingaávirkan børnini/tey ungu skulu setast út fyri.



--
Í KASSA FYRI SEG!!!

Meginreglur fyri vinnurekandi í sambandi við sponsorering í skúlum og á dagstovnum:

- Undirvísingartilfar, leikur og annað sponsorerað tilfar má í minst møguligan mun vera merkt við navni, búmerki, vørumerki, figurum og líknandi hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur. Á sama hátt má navn, búmerki, vørumerki v.m. nevnast minst møguligt í sambandi við undirvísing og annað virksemi, so sum spæl, kappingar og líknandi.
- Lýsingar og annar formur fyri marknaðarføring mugu ikki fylgja við ella vera partur av undirvísingartilfarinum, leikunum og øðrum sponsoreraðum tilfari. Sama er galdandi fyri undirvísing og annað virksemi.
- Foreldrini eiga at geva sítt samtykki til, at teirra minni børn luttaka í virksemi og undirvísing, ið verður bjóðað av vinnurekandi.
- Á undirvísingartilfari og í undirvísing og øðrum virksemi má ikki vera beinleiðis áheitanir til børnini/tey ungu um at keypa ella brúka vørurnar ella tænasturnar hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur.
- Útsøgnir í undirvísingartilfari ella í undvísing ella øðrum aktivitetum, ið geva ábendingar um, at vørur og tænastur hjá ávísum vinnurekandi eru betri ella verri enn hjá øðrum, eiga ikki at vera, og skulu sum minstamark kunna prógvast.
- Virðingin hjá lærarunum/námsfrøðingunum og skúlanum/stovninum má ikki brúkast á ein hátt, so at barnið, hin ungi og foreldrini kunnu fáa ta fatan, at barnið ella tey ungu gerast vælumtókt ella verða happað ella á annan hátt verri stillað enn onnur, um ein ikki keypur ella brúkar vøruna ella tænastuna hjá fyritøkuni, ið hevur stuðlað
- Børnini, tey ungu, lærararnir og námsfrøðingarnir mugu hava frælsi til at kunna vera kritisk mótvegis sponsorinum og vørum hans.
- Samstarvið millum sponsor, lærarar/námsfrøðingar og møguliga foreldur má ikki binda nakran til at brúka tilfarið hjá sponsorinum.



--


VISTI TÚ?
Lýsingar, herundir navngivnar vørur, búmerki, vørumerki og líknandi, mugu ikki finnast í undirvísingarbókum og øðrum undirvísingartilfari. Hetta er eisini galdandi hóast tann vinnurekandi ikki stendur aftanfyri.


--


!Skúlar og dagstovnar eru privat øki, har marknaðarføring í útgangsstøði ikki kann fara fram!


--


!Marknaðarføring, herundir vøruroyndir, má ikki útflýggjast ella sendast til børn og ung!