?at koyra bil at vera hermenn
?at hava atkvøðurætt at verða fongslað
?at gifta seg at verða pínd
?at eggja til kríggj at verða deyðadømd
Børn eru viðkvom og hava serliga verju fyri neyðini.
Børn kunnu ikki sjálvi gera vart við sín tørv.
Tey vaksnu mugu tala og handla fyri børnini, fyri at tryggja teimum eitt virðiligt lív - og rættin til at vera børn.
Børn í vápnaðum stríði
?Kríggj brýtur øll rættindi hjá einum barni - rættin til lívið, rættin til at vera saman við familjuni í vanliga umhvørvinum, rættin til heilsu, rættin til persónliga menning og rættin til at verða vart og væl viðfarið.?
GRAÇA MACHEL, í tíðini tá hon starvaðist fyri ST-aðalskrivaran sum serfrøðingur í hvørja ávirkan vápnað stríð hevur á børn.
Kríggj er gerandisdagur hjá milliónum av børnum. Summi hava ongantíð kent til annað lív. Tey eru uppvaksin við borgarakríggi, guerilla-uppreistri ella undir longri herseting.
Børn eru ikki altíð bara tey tilvildarligu offrini í einum stríði. Trygdarstyrkir ella vápnaðir uppreistrabólkar kunnu tilætlað drepa, misnýta og pína børn antin í hevnisøku ella sum provokatión.
Og børn verða eisini nýtt sum aktivur partur í einum vápnaðum stríði. Nógv hava verið tvungin til at skriva seg inn í ein hernaðarligan bólk, antin við hóttanum móti familjuni, um tey ikki lótu børn síni til vápnaða stíðið, ella børnini eru rætt og slætt rænd.
Onnur børn melda seg sjálvi, ofta tí tey ikki hava aðrar møguleikar. Tey hava kanska mist familju sína, tey svølta ella eru illa fyri á annan hátt, og herurin er tann einasti, sum tey halda kann taka sær av teimum og geva teimum mat, tak yvir høvdið og tryggleika.
Í herinum fáa tey lítla og onga venjing, og tey fáa ofta tað vánaligastu útgerðina, tá ið tey verða send út í fremstu røð í krígnum hjá teimum vaksnu.
Ein 15-ára gomul genta varð rænd og tvungin inn í uppreistrarbólkin LRA í Norður-Uganda, har hon var træla-hjákona hjá vaksnu hermonnunum, og eisini luttók í vápnaðum stríði. Øll børn verða tvungin til at drepa beinanvegin tey koma inn í herin, ?fyri at gera tey harðfør?. Gentan kláraði at flýggja og hevði hesa áheitan til Amnesty International:
?Vælsignaðu tit, gerið tykkara besta fyri at fortelja heiminum hvat hendir við okkum børnum. So onnur børn ikki eisini noyðast ígjøgnum hendan harðskapin.?
At brúka børn sum partur í einum vápnaðum stríði so ella so, er brot á flestu ásetingarnar í altjóða barnarættindasáttmálanum, sum ST hevur samtykt. Fleiri lond loyva børnum frá 15 ára aldri at skriva seg inn í herin í landinum, hóast 18 ár er valbæri aldurin. Kring knøttin verða børn niður í 8 ára aldur, gentur og dreingir, nýtt sum hermenn, ella sum arbeiðsfólk og trælir hjá herum og uppreistrarbólkum. Eru børn, sum vaksa upp í sovorðnum umhvørvi, før fyri at byggja eitt samfelag?
Um vit tryggja rættindini hjá børnunum, gera vit eina íløgu í framtíðina. Rættindini hjá børnunum er hornasteinurin undir einari mentan sum virðir mannarættindini, eisini í framtíðini.
Sum onnur menniskju hava børn øll tey rættindi sum standa í altjóða mannarættindasáttmálanum. Men børn hava eisini serliga vernd og umsorgan fyri neyðini. Tey noyðast at líta á ta vaksnu verðina til at taka sær av teimum, til at tryggja rættindi teirra og at hjálpa teimum at mennast og búnast.
Stjórnir flestar eru samdar í hesum hugsjónum, men megna ikki altíð at tryggja, at rættindini hjá børnunum vera vird.
Amnesty International roynir at ansa eftir at at rætturin hjá børnum verður virdur, og at ásetingarnar í ST-sáttmálanum um barnarættindi verða hildnar.
Tann 20. november 1989 samtykti aðalfundurin hjá ST altjóðasáttmálan um barnarættindi.
Sáttmálin um barnarættindi hevur til endamáls at
?Tryggja øll børn móti órættvísi og útarming,
?geva øllum børnum møguleikar at taka lut í avgerðum, ið ávirka lív teirra,
?gera sítt til at skipa eitt rættvíst altjóðasamfelag, sum ikki bert børn, men øll mannaættin, hevur krav um.
Sáttmálin fekk gildi á heysti 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann. Síðan tá hava øll lond í heiminum, uttan Somalia og USA, samtykt hann.
Lesið meira á síðu 25