Bóndagarðurin ? Afrikanska ævintýrið

Mánadag 23. februar byrjar ein nýggj donsk, sokallað, reality-sendirøð á Tv3. »Farmen - Det afrikanske eventyr« er heitið

Hetta er ein undirhaldsrøð, sum í formi minnir um eina samanblanding av teimum kendu undirhaldssendingunum »Robinson« og »Big Brother«, har luttakarar kappast um at halda longst út. Sendingin snýr seg um ein bólk av sera ymiskum persónum, ið allir hava vent siviliseraða heiminum bakið. Saman skulu hesi - uttan at vita nakað sum helst um bóndagarðshald, jarðarbrúk ella djórahald - royna at fáa gerandisdagin at ganga á einum veruligum bóndagarði.
Slakt og jarðarbrúk
Spenningurin byrjar beinanvegin, tá luttakararnir koma til ein manstóman bóndagarð. Her skulu teir sjálvir standa fyri øllum - dyrka jørðina, slakta djór o.s.fr.. Frá fyrsta degi eru luttakararnir fullkomiliga einsamallir á einum bóndagarði í Suðurafrika, sum harafturat er púra avskorin frá umheiminum.
»Ovastin«
Hvørja viku verður ein av luttakarunum útnevndur til ovasta fyri at leiða og býta arbeiðið út. Hesin ovastin hevur suverenan myndugleika yvir hinum. Hann ella hon avger eisini, hvat hvør luttakari ger í sambandi við vikuligu uppgávuna. Tað er so, at hvørja viku fáa luttakararnir ein uppgávu frá vertinum Sonny Rønne Petersen, sum er kendur frá »Robinson Ekspeditóini«. Um uppgávan verður nóg væl loyst, fáa luttakararnir proviant og annað møguligt treingjandi tilfar afturfyri. Afturat hevur Ovastin til uppgávu at peika á ein »tví-stríðsmann«, sum skal stríðast fyri lív ella deyða á tí sokallað »Tinginum«, ið er hvørja viku.
»Tingið« og »Taparaleivdirnar«
Hvørja viku koma luttakararnir og verturin saman á »Tinginum«. Her verður prátað um lívið á bóndagarðinum og eisini velur tví-stríðsmaðurin mótstøðumann sín. Stríðsmennirnir báðir skulu so síðan velja, hvat slag av bardaga skal fara fram, valt verður ímillum hesi trý: styrki, teknikk og skinsemi. Vinnarin verður sjálvandi verandi á bóndagarðinum, meðan taparin verður sendur av garðinum. Men, áðrenn taparin fer, velur han Ovastan fyri komandi vikuna. So spennandi verður at vita, hvussu leikur fer fram - neyvan verður hetta ein lættligur leikur.